Lýsing
Lýsing
Klaksvíkingur er nú á odda
Klaksvíkingur vann við hálvari bátslongd á jóansøku.
Norðingur var betri við allan vegin og á mállinjuni vóru minni enn tvey sekund frá nummar eitt til nummar trý. Men raðfylgjan var tann sama sum seinast og Klaksvíkingur var fremst frá byrjan til enda. Lagt er upp til eina spennandi kapping, tí nú Norðingur bjóðar av, so skal ikki so nógv broytast til at fremsti bátur kann enda nummar trý onkra stevnu.
Fleiri aðrir sigrar komu til Norðoyggjar. Tekla vann í barnaróðri dreingjum, Fípan Fagra vann hjá U16 og Sundabáturin vann hjá 6-mannaførum monnum.
Nú eru tvær vikur til næstu FM-stevnu, sum verður á varmakeldu í Fuglafirði.
Seinastu tíðindini