Minningarorð um Otto hjá Sámal úr Lorvík
Æra verið minnið um pápa mín Otto hjá Sámal úr Lorvík, og takk fyri alt tú var fyri okkum
Nú á longsta degi, ið hevði verið 93 ára føðingardagur hjá pápa, Otto Samuelsen, havi eg hugleitt um lív hansara, og hvat eg vil minnast hann fyri, nú hann andaðist fyri góðum tveimum vikum síðani, týsdagin 3. juni 2025.
Merktur av aldri og demens, viknaði hann meir og meir, til han stillisliga og friðsælt sovnaði fyri seinastu fer, og við hansara lið sat hansara elskaða og trúfasta kona Edith, eins og hon gjørdi í øll seksti árini teimum untist at vera gift. Saman fingu tey fingu okkum fýra systkjini, Annu, meg sjálvan, og tvíburðarnar Óla og Sofus, umframt at tey mistu eitt fullborið barn í 1980, og sum lívsins dessert fingu tey eisini fimm ommu og abbabørn og eitt langabbabarn.
Longsta dag í 1932 varð pápi borin í heim í Klaksvík, saman við tvíburðabróðri sínum Arné. Teir vóru nummar trý og fýra av átta systkjum, ið vóru Kristina, Selma, Otto, Arné, Sólger, Eiler, Ása og Ragnfríð. Av teimum er bert Ragnfríð eftir á lívi.
Millum manna er pápi best kendur sum Otto hjá Sámal úr Lorvík, tí Sámal abbi kom sum ungur úr Lorvík til Klaksvíkar at læra og møtti hann har Oluffu ommu, fødd Heinesen av Viðareiði. Bæði omma og abbi fluttu eins og mong ung tíðliga í 20. øld, av smærru bygdunum til Klaksvíkar, har arbeiði var at fáa, vegna stóra vøksturin í fiskivinnuni. Og mong av teimum, serliga mannfólkini, fingu kelinavn í mun til hvar teir komu frá. Sjálvur minnist eg nøvn sum Lamba Kristian, Tofta Karl, Havna Palli og fleiri. Abbi bleiv ikki kallaður og kendur undir øðrum navni enn Sámal úr Lorvík.
Í barnaheiminum hjá pápa, í Bøgøtu, aftanfyri “ovara málið á plenuni”, vuksu tey otta systkini upp í einum sera barnaríkum umhvørvi. Pápi plagdi viðhvørt telja hvussu mong børn vóru í hansara barna og ungdómsárum í geiranum í millum Bøgøtu og Uppsalagøtu/ Nýggjaveg, frá Gamla Kirkjugarði niðri í Vági, har handilin hjá Kal var, og niðan til Fossagøtu. Sum hann við einum skálkasmíli plagdi at siga, at hóast tað “bara” vóru seks børn í onkrum húsum, so vóru val yvir 100 børn í grannalagnum.
At vaksa upp í teimum kørgu 30’unum og krígsraktu 40’unum, hevur heilt víst sett síni merki í mong av teimum, ið upplivdi hesa tíðina. Fyri pápa viðførdi tað, at hann var takksamur fyri at hava eitt lív har ikki var mangul uppá føði og klæði, og at vit búði í einsum samfelag har ongin vandi var fyri kríggi og ófriði. Eisini segði hann mangan, at hann var takksaman fyri at hava ein góða heilsu, tí tað var ongin sjálvfylgja, men hevði stóran týdning fyri lívsgóðskuna.
Tað eru ikki so mong eftir, ið hava uppliva seinna heimsbardaga á egnum kroppi, men pápi hevur mangan fortalt fyri mær og synum okkara, um teir dagarnar tá týsk flogfør bumbaðu í Klaksvík í oktober 1941. Hann undraðist mangan, og var takksamur fyri, at ongin fekk álvarsligar løstir av bumbunum og skotunum, og at bert ein stakkals hundur doyði av bumbunum.
Pápi var ómetaliga góður við okkum systkjin, men hann hevði eitt hjartabarn afturat, sum fyri stuttum hevði 75 ára føðingardag. Tað var Klaksvíkar Hornorkestur, ið hann saman við Sámal hjá Barbu og øðrum unglingum stovnaðu 5. maj í 1950. Har var hann virkin í samfull 66 ár, bæði sum kornettspælari, dirigentur, nevndarlimur og í mong Harrans ár sum formaður.
Tá heilsan fór at bila og hann noyddist at leggja kornettina á hyllina sum 83 ára gamal, var tað ein tung løta fyri hann. Hann hevði ikki bara spælt í Klaksvíkar Hornorkestri síðani hann var 17 ára gamal, men har hevði hann og mamma eisin havt nøkur av teirra bestu vinfólkum, har serliga Elinborg og Sámal hjá Barbu, Katrin og Alex Sólstein umframt fleiri, vóru nøkur av teirra bestu vinum. Eisini fingu tey vinfólk ígjøgnum onnur hornorkestur í Føroyum, sum vardu eisini eftir at tey hornspælarnir ikki vóru aktivir meir.
Pápi var ein felagsskapsmaður, ikki bara innanfyri Klaksvíkar Hornorkestur. I mong ár var hann bæði í nevndini og formaður í Meginfelag fyri Føroysk Hornorkestur, og umboðaði hann føroysku hornorkestrini sum limur í Nordisk Amatør Musik Union, sum í dag eitur Nordisk Orkestermusik Union, á teirra árligu fundum runt í norðanlondum.
Longu sum ungur og nýútbúgvin málari, var hann nevndarlimur í Klaksvíkar Handverkarafelag, og í umleið 20 ár var han virkin í Føroya Keypsamtøku, har hann bæði sat í nevndini fyri deildina í Klaksvík og tey flestu árini sat hann eisini í landsnevndini hjá FK.
Alt eg veit um hevur pápi verið heilhjartaður javnaðarmaður, hevur altíð valt javnaðarflokkin, var limur og aktivur í javnaðarflokkinum. Hann vaks upp í einum heimi, har handverk og umstøðurnar hjá handverkarum og verkafólkum fylti nógv. Eg plagi at siga, at eg eri uppvaksin í einum javnaðarreiðri, við tað at bæði pápi, abbi Sámal úr Lorvík og ikki minst Arné farbróður vóru javnaðarmenn inn á bein og teir tosaðu oftani um hesi viðurskifti.
Pápi var útbúgvin málari, og tá man hyggur eftir hansara familju, so er tað ikki løgi at hann fekk eina handverkaraútbúgving, tí tað var bæði pápi hansara, Sámal úr Lorvík, ið var húsasmiðjur, og abbi hansara Símun Jóhan Samuelsen í Lorvík, sum var bátasmiður. Av systkjunum hjá pápa fingu fleiri handaligar útbúgvingar. Arne var eins og abbi húsasmiðjur, Eiler var bakari, Ragnfríð frisør og Kristina var syirska. Eisini fleiri av pápa’sa og mínum systkinabørnunum fingu handaligar útbúgvingar, so tað má sigast at liggja til familjuna.
Tá barnaheim okkara á Heygavegnum bleiv bygt í byrjanini av 70’unum, var eg ein fýra ára gamal óviti, sum fegin vildi sleppa uppí tá gravast, stoypast og smíðast skuldi. Og hóast sera unga aldur og lítil í vavi, var onki mark fyri hvat eg slapp at verða við í. Abbi og Arné farbróður stóðu fyri byggingini, og saman við pápa, lótu teir henda lítla piltin renna millum teir, næstan sum mær listi. Sjálvt tá tróður skuldi leggjast á, tóku teir meg við uppá takið, bundu eitt reip um miðuna á mær, hin endan um eina sperru, góvu mær ein lítlan hamara í hond, og so slapp eg at negla seymir, ið teir góvu fyrsta slagi, so teir stóðu fastir. Væl dámdi mær, men mamma var als ikki fegin, tá hon frætti hvat eg hevði fingið loyvi til.
Men hóast eg so tíðliga bleiv hildin til handaligt arbeiði, so valdi eg ikki at fara handverkaraleiðina, sum annars liggur til familjuna at gera. Og hóast eg valdi bókliga vegin, so havi eg verið so heppin at fingið nógva og góða handaliga læru av bæði abba, pápa og Arna farbróður, sum í fleiri ár var mær ein hollur stuðul og sum eg arbeiddi hjá mangar feriur, frá eg var 15 ára gamal og heilt til eg var farin at lesa í Keypmannahavn. Felags fyri allar vóru, at teir dugdu væl at læra frá sær, og vístu mær álit, so eg hóast mín unga aldur, fekk loyvið at royna meg og lærdi av teimum uppgávum teir góvu mær.
Frá teimum, og serstakliga frá pápa og Arna, havi eg lært so mikið av tí handaliga, at eg eisini havi gjørt nógv handaligt í okkara heimum, umframt at hjálpt okkara synunum tá teir hava sett búgv, og íbúðir skulu setast í stand ella tørvur hevur verið á einum “handy-man”.
At eg tók eina hægri útbúgving, gleddist pápi nógv yvir, og hóast hann ikki segði tað beinleiðis, so eri eg vísur í, at ein partur av gleðini kom av, at tað, ið ikki var gjørligt hjá honum, vegna trong fíggjarlig kor, var eydnaðist einum av hansara børnum. Sjálvur hevði hann sera góðar gávur at læra, og um hann hevði havt somu umstøður í sínum ungu døgum, sum eg hevði tá eg valdi mína lærdómsleið, so hevði hann heilt víst eisini tikið eina hægri útbúgving.
Bæði mamma og pápi hava verið serstakliga góð við okkum og ommu og abbabørn teirra. Synirnir hjá okkum hava altíð dámt sera væl at vitja ommu og abba, har rabarbugreytur, fiska- og kjøtfrikadellur og steikt flak frá ommu var í høgum metum.
Og meðan omman stóð fyri tí góða matinum, so var abbin altíð klárur við undirhaldinum, um tað var at spæla á gólvinum við tey smáu, ella tá hann royndi at læra tey at blása í kornettina, og ikki minst tá hann setti seg við gamla pumpuorgli og læt tey spæla, meðan abbi pumpaði. Tað var altíð hugaligt og hugnaligt og eru tað rík minni fyri okkum, ið sita eftir.
Eitt av teimum bestu minnunum vit hava eftir pápa er, at stórt sæð hvørt kvøld stutt fyri songartíð, setti hann seg við pumpuorgli, blaðaði upp í nótabókini “Redemption Songs”, valdi eitt lag, og spældi eitt ella tvey løg. Oftani kvøldarsálmar, ið hóskaði væl til at vísa takksemi fyri enn ein góðan dag.
Pápi var sera familjukærur, og elskaði hann at hava børn, verbørn og abbabørn rundan um seg og mammu í heiminum á Heygavegi í Klaksvík. Har hava bæði vit systkin, okkara verðfamiljur og vinfólk, bæði hjá okkum og okkara børnum, havt mangar góðar løtur seinastu mongu árini.
Pápi legði kanska ikki so nógv jarðarligt góðs eftir seg sum mong onnur, men í felagsskapum liggur nógv eftir hann, og ikki minst gav hann okkum í familjuni góð virðir og góð minni. Sum annar av synunum hjá okkum segði, aftaná jarðarferðina fyri tveimum vikum síðani, so var hann glaður fyri, at hann hevði havt ein abba, sum hann hevði fingið so nógv gott frá. Her hugsaði hann serstakliga um tað at spæla tónleik, hugin at lesa bøkur og at fylgja við í samfelagsviðurskiftunum, bæði heima og kring heimin.
Nú eru bæði kornettin og pumpuorglið tagna, men vit hava nógv góð minni um tær løtur hann ríkaði okkum við kornettini og pumpuorglinum.
Tað untist pápa at fáa knapt 93 ár her á foldum, og eg var so heppin at fáa 55 av teimum saman við honum, og tað eri eg sera takksamur fyri.
Æra verið minnið um pápa mín Otto hjá Sámal úr Lorvík, og takk fyri alt tú var fyri okkum.
Sonur tín Sámal hjá Otto hjá Sámal úr Lorvík.