Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aftur ein túrur í Skúvadal

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  31.08.2025 - 17:15 Ítrottur Mentan Tíðindi

Fríggjadagin var eg ein túr í Skúvadali. Tað bar so til, at tyrlan hjá Atlantsflog kundi seta meg eystur á rututúrinum til Svínoyar og Fugloyar, og tað kom væl við, tí kreftirnar eru ikki tær somu, nú aldurin byrjar at tyngja.

Men, sum altíð, eg fekk ein fínan túr. Mjørki og sól hvørt um annað. Fyrstu myndirnar niðanfyri vísa væl gøtuni ígjøgnum Torvadal og niðan á breiðhjallan. Síðani myndir eystanfyri á vøtnunum. Vatnið við hólmanum og Vatnið á Eggini og fleiri onnur vøtn.  Kanska eru summi av vøtnunum har meira tjarnir enn vøtn, men tað ger tað sama, tí lív er í at kalla øllum.

Við tráðuni fekk eg trý síl og eina bleikju. Tað er góður sigur, tá ein fer eystur har við tráðu, at tú setir tað út aftur, sum tú fekst, tí fólk hava ígjøgnum mong ár borið síl eystur, við tí fyri eygað at skapa lív í vøtnum og kjarnum. Sigst má, at tað hevur eydnast, sjálvt um ikki nógv av sílum er at fáa har. Bleikjan, sum eg fekk, hava eg og Árni Zachariasen borið eystur fyri árum síðani. Árni hevur verið ein av eldsálunum at fá lív í vøtn og kjarnir har eysturi.

Veðrir var ótrúliga gott fríggjadagin, so eg hevði ongan skund at koma heim aftir, men brúkti tíðina uppá myndatólið og tráðuna. Enn ein góð uppliving. Njótið myndirnar, kundi ikki lata vera við at avmynda laksabátar og skip og eisini bátar, ið tóku havbestaungar.

PS: Einaferð hevði eg verið á Svínoynni eisini við tyrlu og við tráðu. Tá fekk eg nógvar góðar myndir av "Skúgvi", sum eg nevndi fuglin. Tá ringir vinmaður mín Niels Abaslonsen bóndi á Viðareiði og hartar meg eitt sindur og sigur: "Á okkara lokala máli eitur fuglurin skúvur" og Niels helt áfram "Tú sigur ikki, at tú fert í Skúgvadal, ella at tú fert á Skúgvoynna, nei tað eitur Skúvadal og Skúvoy á okkara lokala máli, so vinarliga varðveit tað".

Lýsing
Seinastu tíðindini
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…
Klakkur inni við 190 tonsum