Lýsing
Lýsing
Lýsing

DJ Kingz

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.06.2025 - 21:00 Mentan Tíðindi

Markus og Esra eru heilt serligir. Hóast teir eru blaðungir, hava teir longu spælt á fleiri av størstu pallunum í landinum. Har teir spæla, har flokkast ungfólk – og har teir spæla, har er rimmar veitsla.

 

 

Longu tá teir framførdu á SMS Vox í fjør, varð greitt, at hesir báðir hava heilt serligar gávur. At síggja so ungar dreingir taka pallin so natúrligt er sera hugtakandi, og vit hava nógv gott í væntu frá hesum báðum garpunum. Øll eru púra vekk í DJ Kingz, og leygardagin sleppa vit at síggja, hvat hype’ið er um.

Framførslan á SMS Vox setti veruliga ferð á, og síðani hava teir m.a. hitað upp fyri Marcus og Martinus og spælt á fleiri festivalum. Tí er tað ein sannur framíhjárættur at kunna skriva DJ Kingz á skránna fyri OY Voxbotn í ár. Teir eru serliga vælumtøktir millum børn og ung, og tá teir framføra, tá er lív í fjøldini!

 

DJ Kingz fara á pallin kl. 16:00.

Tað verður gigantiskt leygardagin 28. juni! Gleð teg til eina rimmar veitslu saman við Sámal Ravnsfjall, Goodboys, Minds of 99, RSP, Byrta, Suspekt, Swangah, Týr – og ikki minst risastóru All Stars-konsertina, har fleiri av okkara fremstu tónleikarum fara at framføra síni størstu hitt.

Keyp atgongumerki beinavegin á ebillet.fo fyri kr. 1.050,- umframt avgreiðslugjald.

OY Voxbotn – í samstarvi við Posta, Føroya Banka, Eta, Atlantic Airways, OY, SMS, Burger King, Effo, Coca-Cola, Nema, Hoyrnin og Red Bull.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trump: Vápnahvíld millum Iran og Ísrael
Sámal Ravnsfjall tendrar OY Voxbotn
DJ Kingz
Hjartasuff av Kalsoynni
U21-menn: HM-fjórðingsfinala!!!
Asperitasskýggj
Frá TikTok til Tórshavn: Reiley kemur he…
Soleiðis eitur nýggi bygningu­rin á Óðins…
Veðrið í vikuni
Norðlýsið blaðið í gerð
Próvtøkuhættir í eini tíð við vitlíki
Nógv gloymd klæðir
Amerikanski kavbátu­rin USS Delaware í Nó…
Klaksvík­ingur er nú á odda
Føroyar trýstu Eysturríki í botn, men ta…
Minningarorð um Otto hjá Sámal úr Lorvík
Myndarøð: KÍ - B36 2-1
KÍ gjørdi nokk til at vinna trý stig
Svein Rógvi tippar Jóansøkuróðurin
Kirkju­konsertir við Ari, Kamillu og Biri…