Setan í føgrum veðri
Væl av fólki møtti til setanina av Norðoyastevnuni.
Føroya Banki bjóðaði til kaffi, te, og ein góðan bolla aftur við - Eisini vóru ymsar kappingar inni í bankanum, sum bjóðaði luftballónir, ið settu lit á myndirnar.
Sum ikki einaferð spældi Klaksvíkar Hornorkestur undirfagrar tónar, nú teir eru væl fyri eftir drúgvar venjingar til 75 ára føðingardagskonsertina.
Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini setti Norðoyastevnuna, og verður røðan endurgivin niðanfyri:
Góðu tit øll – børn, vaksin, gestir og norðoyingar!
Vit savnast her í dag, í hjartanum á Norðoyggjum, til eina stevnu, sum vit kenna og elska – Norðoyastevnu.
Tað er her, vit ár um ár byrja summarið saman. Tað er her, vit minnast, hvussu gott tað er, at hoyra kappróðrarbátarnar slíta sjógv, at síggja skrúðgonguna fylla gøturnar og kenna angan av vári og grøði millum húsini.
Summarið byrjar – ikki bara í álmanakkanum, eisini í hjørtunum.
Tað gleðir meg at síggja okkum øll savnað her í dag, lið um lið, ung sum gomul, høg sum lág.
Men mitt í hesum friðarliga og kenda, vita vit, at rætturin til frið er ikki nakað, vit eiga at taka fyri givið. Tað er ein dýrgripur, sum nógv bara droyma um. Vit síggja ein heim, sum ridlar. Høgir harrar spenna musklar, og eingin vil geva seg. Heimurin heldur ondini. Tí er tað okkara skylda at varðveita og virða tað, vit hava – og ikki minst hvør annan.
Tað krevur dirvi og vilja at elska næsta sín, eisini tá hann hugsar øðrvísi, trýr øðrvísi ella livir øðrvísi. Tað krevur, at vit ikki bara síggja okkum sjálvi men eisini grannan. Tað er dygd, sum vit skulu minna okkum á og læra børn okkara.
Vit eru komin í ljósastu tíðina á árinum – og her í Klaksvík merkist tað væl. Serliga merktu vit tað í farna mánaði, tá veðrið var av tí allarfagrasta. Bleiku føroysku holdini umskapaðust til brúnar kinnar og ikki minst korkareyðar nasar. Og øll kundu vit taka undir við orðunum hjá Bernhardi Brim:
Ja, eg elski teg Klaksvík á kvøldi,
tá ið roðin um Nestindar fer, og hvørt fjall eins og reyðagull skínur,
ert tú paradís mítt her í verð.
Sanniliga hava vit upplivað paradís seinastu vikurnar, har Háfjall so spelkið, við kvøldarsól hevur boðað okkum takk fyri dagin.
Í mai mánaði høvdu vit eisini stóra gleði av mentanarvikuni Virkið vár – ein lívsjáttandi og menniskjalig vika, full av tiltøkum fyri øll ættarlið.
Í Varpinum upplivdu vit bæði operu og dirvi, tá gentur úr fjórða flokki á Skúlatrøð, fluttu okkum við Gandafloytuni eftir Mozart út úr komfortsonuni – og inn í eina framtíð, sum boðar frá góðum.
Skótar list í barnahædd, framsýningar og skapanargleði – børn og ung, sum vístu, at list og virki hava einki aldursmark. Á Boroyðavík savnaðust vit til saunagos, serliga - ja onkur vildi kanska sagt damur í panikkaldrinum. Eg vildi sagt: damur, sum hava livað nakað, men langt frá liðugt. Líka mikið, stuttligt var. Fnisandi gleði, kaldur sjógvur og heitt neystaprát.
Og seinni í vikuni grannarudding og træplanting, har vit hittust í túninum og góvu lívinum hjá hvør øðrum ans.
Ja, sanniliga er nógv at fara til í Norðoyggjum, og vit standa ikki í stað. Men tað mest siðbundna, og hæddarpunktið á sumri, er sjálvandi Norðoyastevnan.
Norðoyastevnan er meira enn ein stevna. Hon er ein mynd av okkum sjálvum. Her síggja vit ikki bara kappingar og framsýningar, men eisini eitt fólk, ið stendur saman. Fólk, ið rætta eina hond – sjálvboðin, ið rudda og rigga til, smábørn sum spæla og eldri á áskoðaraplássinum. Her eru vit øll – og tað er pláss fyri øllum.
Tað er hetta, sum byggir eitt samfelag. Tað er hetta, sum ger okkum stolt av Norðoyggjum - og av Føroyum. Tí vælferðin og framburðurin er ikki komin úr ongum. Vælferð kemur av fólki, sum tekur ábyrgd, og sum traðkar til, eisini fyri tey, sum ikki megna tað sjálv.
Vit eru eitt fólk, ið dugir at arbeiða hart – og samstundis bjóða vælkomin við einum smíli og einum kaffimunni.
Í sanginum “Uttan teg” hjá Martin Joensen ljóðar eitt ørindi soleiðis:
Verjugarður mín ver tú;
Vakta, Harri, mína búð.
Faðir, ver tú styrki mín,
Leið meg loksins heim til tín.
Orð sum eru góð og trygg at hava við á lívsleiðini.
Latið okkum brúka hesa stevnu til at minnast, hvussu nógv vit hava at vera takksom fyri – og hvussu týdningarmikið tað er at halda friðin og felagsskapin í hevd.
Tað er gott, og tað er trygt at síggja hvør annan her í dag. At kenna, at vit enn eru her – og enn gera tað sama, sum vit plaga. At vit halda fast í mentanini, samleikanum og virðunum í Norðoyggjum.
Á hesum trygga stað, mitt í millum Kjøl og Klakk, bjóða vit tykkum øllum vælkomin og ynskja øllum eina framúr góða Norðoyastevnu.
Takk fyri.