Besta slóðin til fjallaslóðir
Ætlar tú tær ein túr niðan á eitt fjall, ella bara ein túr í hagan, og veitst ikki ordiliga, hvar tú skalt byrja og hvør leiðin er best og tryggast at ganga?
So er hjálpin nærri, enn tú gevur tær far um.
Far inn á hikewithpol.fo ella pol.fo, tí tað er besta slóðin til allar fjallaslóðir - og til nógv-ar aðrar túrar við.
Tað er Pól Sundskarð, sum stendur aftanfyri hesi bæði økisnøvnini, sum bæði leiða inn á somu síðu; eina heimasíðu við slóðum til allar hugsandi gongutúrar í øllum fjøllunum og fjallatindunum, sum eru 340 í tali, og øllum teimum umleið 90 bygdagøtunum, sum eru kring landið.
Og Pól Sundskarð veit, hvat hann snakkar um, tí hann hevur gingið allar fjallatopparnar og allar bygdargøturnar sjálvur; fleiri ferðir.
Tað var í 2016, at Pól Sundskarð byrjaði at leggja slóðirnar, sum hann hevði gingið, út á heimasíðuna, sum tá kallaðist hiking.fo. Í 2020 keypti Jarðir hiking.fo, og tá byrjaði Pól Sundskarð við hikewithpol.fo og pol.fo. Arbeiðið við heimasíðuni hevur tó ligið eitt sind-ur stilt síðan oktober 2021, tá Pól Sundskarð fekk ein stóran skaða, men nú er hann av álvara farin undir arbeiðið við síðuni aftur.
Talan verður um eina síðu fyri allar føroyingar, sum ætla sær í hagan, men sum ikki vita hvar tey skulu byrja og hvønn veg tey skulu ganga. Á hvørjari síðu fær mann nógvar ym-iskar upplýsingar um, hvussu tungur túrurin er, mann fær at vita, hvussu drúgvur hann er, og mann kann eisini taka kortið at ganga eftir niður og brúka tað á túrinum.
Á síðuni eru slóðir til allar fjallatindarnar í Føroyum. Teir eru 340 í tali. Har eru slóðir til allar bygdagøtur, sum er umleið 90 í tali, har eru 360 gradir myndir av øllum fjøllunum í topp 100 og so eru eisini aðrir túrar, sum ikki eru fjallatoppar og bygdagøtur. Og nýggir túrar vera lagdir inn hvønn dag.
Millum annað vera eisini fleiri túrar lagdir inn til fólk við rørslutarni, allir minnisvarðar-nir og í vetur vera allir túrar til øll vøtn kring landið lagdir inn. Tað eru teir túrarnir, sum Jens Dalsgaard og Asfinn Sigvardsen hava gingið.
Tað er ein góður siður, at seta seg í samband við tann, sum eigur hagan, og tí hevur Pól Sundskarð lagt seg nógv eftir, at fáa fatur á øllum eigarunum, sum standa fyri høgunum, og skráseta teir við navni og telefonnummari, og tí ber nú til at siga frá ella spyrja, um okkurt er.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Pól Sundskarð á telefon nummar 286436.