Einvegis ferðsla hjá KÍ
KÍ byrjaði við teimum flestu av bestu álopskendu leikarunum og hesir vóru væl fyri, tí KÍ vann heili 7-0 á B68.
Tað vóru ’’bara’’ fimm útileikarar skiftir frá seinast. Tí bleiv heldur óvæntað ikki pláss fyri einum Dávid B. Andreasen frá byrjan, sum annars áðrenn summarsteðgin vísti stórspæl í m.a. heimadystum móti botn 5 liðum.
Spurningurin var so, um leikararnir fóru ar verða tungir, sum spældu týskvøldið. Men tað vóru teir ikki og ein framúr byrjan gjørdi alt so nógv lættari hjá KÍ. Longu eftir 15 minuttir var 3-0. KÍ var greitt omaná, og í hálvleikiunum var 4-0. Í seinna hálvleiki komu trý mál afturat, so KÍ vann heili 7-0.
KÍ fekk ongan skaða og komandi vikurnar fara at vísa, um hetta kanska var ein dystur ov nógv hjá summum leikarum, men tríggir av teimum, ið spældu týskvøldið, og sum byrjaðu hesaferð spældu bara ein hálvleik.
Fleiri av leikarunum, sum fingu møguleikan, tóku av og KÍ hevur í løtuni ein breiðan hóp, har nógvir bjóða seg fram. KÍ varðveitir góðu støðuna i toppinum í landskappingini og nú eru øll eygu vend móti alt avgerandi dystinum í Ungarn hóskvøldið um at sleppa í play-off í Conference League.