Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvar er ágrýtnið hjá leiðsluni?

SKRIVAÐ: Skrivað: Jógvan Skorheim  |  07.08.2025 - 08:39 Ítrottur Tíðindaskriv Tíðindi

Aftaná at hava lisið aftursvarið frá Flogbóltssambandinum, kann staðfestast, at leiðslan í kommununi visti av fortreytunum fyri langari tíð síðani.

Tað, sum undrar meg mest, er, at politiska leiðslan ikki hevur víst størri áhuga, havt tættari samskifti og kanska bjóða Klaksvík fram til enn fleiri ítróttagreinar á Oyggjaleikunum 2027.

Borgarstjórin segði við Kringvarpið í gjár, at kravið var púra nýtt fyri kommununa, meðan FBF sigur í skrivi í dag, at tey hava gjørt tað greitt bæði í februar og juni 2024. (Fyri meiri enn einum ári síðani)

Her sær tíverri út til, at fólk sita hendur í favn og bíða, til tingini koma av sær sjálvum.

Soleiðis arbeiðir ein ikki, um kommunan skal vera í fremstu røð. Líkasæla kann køva framburðin og forða fyri, at Klaksvík verður sett á heimskortið, bjóðar seg fram ella loftar teimum góðu hugskotunum, ið borgarar og vinnulív í býnum koma við.

Mín áheitan til borgarstjóran, nevndarforfólk og leiðsluna er: Farið aftur í dialog! Bjóðið tykkum fram á øðrum økjum eisini. Vísið, hvørjir møguleikar býurin kann brúkast til.

Tað kann ikki vera rætt, at oyggjaleikir verða um alt landið - uttan í Klaksvík.

Oyggjaleikir er sera góð branding, og flest øll tilkomin hava nógv góð minnir, tá ið Oyggjaleikir vóru í Føroyum í 1989. Tað er eisini við stoltleika at vit minnast allar teir mongu føroyingar, ið hava vunnið Føroyum heiður á Oyggjaleikum.

Tað er eitt at gera: Brettið upp um armar, leggið nógv fyri, bjóðið býin fram og latið Klaksvík eisini merkja brúsandi lívið av Oyggjaleikunum 2027.


Jógvan Skorheim
Býráðslimur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu
Syngja jólini inn í Skálafirði
Fráfaringaraldu­rin tikin burtur
Fleiri fráboða­nir um hóttanir í vikuskif…
Hjartagáva til børn
Kommunur­nar mugu fyrireika seg, at yvirt…
Røða hjá Hallgerð Akurstein
Yngra skúlakórið í Christians­kirkjuni
Grandma's Basement við nýggjum jólasangi
Menning og framleiðsla av fiskavørum
Fleiri og fleiri danir velja at undirvís…
Inner Wheel á Luksus Loppum
Badminton: Føroyingar gera um seg í Danm…
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
Julian Gregersen hevur sett eitt knúsand…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…