Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Anna Lovisa setur Summar Festivalin í gongd

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.08.2025 - 17:15 Mentan Tíðindi

Unga songkvinnan Anna Lovisa hevur fyrstu konsertina á Summar Festivalinum í ár

 

Fyrsta konsertin á Summar Festivalinum í ár verður á Torginum í kvøld klokkan 19.

Tá fer evnaríka songkvinnan Anna Lovisa á pallin og fer at seta tónleikapartin á Summar Festivalinum í gongd.

Anna Lovisa hevur seinnu árini lagt rødd til nakrar kendar sangir – eitt nú "Tað kundi verið eg" og  "Av øllum tí góða sum Gud hevur gjørt" – og hon hevur havt fleiri framførslur.

Anna Lovisa, sum er 20 ára gomul, spælir gittar og syngur. Hon skrivar sangir og fer at framføra onkran av teimum á Summar Festivalinum. Hon fer eisini at syngja onkur tøkuløg.

Aftrat sær á pallin hevur hon Einar Poulsen, sum spælir elgittar, og Finn Kjølbro, ið spælir gittar, klaver og munnharpu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú k…
Í kvøld spælir Team Klaksvík síðsta dyst…
Nevndarval á Herluf's Kafé
FC Suðuroy bjóðar til fótbóltsskúla í pá…
Kapitalisma - Skipanin ið lønar tær fyri…
Útróðurin má fáa betri treytir!
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Lýsing