Lýsing
Lýsing
Lýsing
Føroya størsta tónleikatiltak er hæddarpunktið av føroyska summarinum og verður hildið í hjartanum á eini Klaksvík í rívandi menning | Mynd: summarfestivalurin.fo

Vælkomin á tónleikafagnað!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.08.2025 - 16:00 Leiðarin Mentan

Veðurgudarnir eru misjavnir á máli, men Klaksvíkin er málað hvít av campingvognum og tjaldbúðum. Lagt er í pottin til eitt brak av einum tónleikafagnaði, nú Summarfestivalurin fer av barkastokki. Nú finna vit góða lagið fram og fara í býin, væl vitandi, at gott lag plagar at smitta.  

 

Skráin til Summarfestivalin minnir um tær flestu undanfarnu: Góð og vælkend føroysk nøvn saman við áhugaverdum og ungum potentiellum stjørnuskotum. Og so eitt stórt útlendskt høvuðsnavn, sum í ár er UB40. Mestur fer ”Red Red Wine” at ekkóa millum Kjøl og Halgafelli náttina til leygardag.

Longu mánadagin byrjaðu campingvognarnir at seta sín dám á býin, og miðbýurin hevur havt umlagda ferðslu at kalla líka leingi, eins og bussarnir ikki koyra sum vant. Hetta krevur sjálvandi vælvild frá Klaksvíkar býarbørnum, og tann vælvildin verður vanliga veitt við gleði. Tað er hon eisini í ár, og tí kunnu øll kenna seg væl og vælkomin at vera.

Karmarnir kring um festivalin spíla seg eisini út. Í Varpinum verður forkunnug café, og við Djúpumýrar tekur flaggskipið í føroyskum fótbólti ein steðg frá europeiska ævintýrinum og fer at undirhalda fjøldina á heimavølli. Í samanløgdu hallunum verður Silvaland sum vant til børnini, ið eisini hava eitt Disney-show á sjálvum festivalinum at gleða seg til í ár.

Tiltikið er, at um nakar gongur við gron á Summarfestivalinum, so hevur hann sjálvur skyldina. Hetta eru tríggir dagar, har allur býurin heldur veitslu, og har fólkatalið veksur til tað dupulta av íbúgvaratalinum í Klaksvík. Hesar dagarnar finst hvørki høgur ella lágur, og møguligar ósemjur lata vit liggja við hús hendan summarsliga tónleikafagnaðin.

Við hesum reglum vil Norðlýsið ynskja øllum festivalgestum eins og fyriskiparum ein framúr góðan Summarfestival.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
  Duo Ruut á G!
Børn fylla nógv í valskránni hjá Fólkafl…
Lat okkum gera valið til eitt náttúru- o…
Oliver Tree á G!
90-ini í føroyskari telving
Skúlin er opin mikukvøldið 11. mars kl.…
Samgongumøguleikar - hvussu nógvir og hv…
2025 var avbjóðandi á fíggjarmarknaðinum
Hetta vita vit um nýggja KÍ-leikaran
Bæði 2. og 3. virðisløn á SkúlaFM
Eg eri valevni hjá Sambands­flokki­num til…
Sakaris á G!
Gott úrslit fyri 2025
Tobbi um nýskipa­nar­nevndina
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Støðan í miðeystri ávirkar sendingar av…
Oljukreppa og vit eru ikki klár
Eg havi tikið avgerð
Hámarkið í barsils­skipan­ini skal hækkast…
Svenskur verjukendur leikari til miðvøll…