Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað er ikki á hvørjum degi, at Jóanes sýnir fram. | Mynd: Dávur Winther

Framsýning við Jóanes Nielsen

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  31.05.2025 - 18:38 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað er ikki á hvørjum degi, at Jóanes sýnir fram. Hann er kendur sum rithøvundur og hevur eisini skrivað ymisk leikrit.

Framsýningina kallaði hann, Rapport från en skurhink - Maja Ekelöf. Hetta heitið stóð á flestu listaverkunum, sum vóru relieffir ella rættari  trídimensionellir lutir við kustum, spannum, kveistrum, myndum og ymsum lutum.

Tá ið Jóanes Nielsen var ungur, las hann hesa bókina, sum hugtók hann nógv. Hon hevur hingið við, og hevur hann nú gjørt eina framsýning við støði í bókini.

Onkrir av lutunur eru rættiliga søguligir – Har vóru sprek úr Stokkastovuni á Tinganesi, høgd til við øks, eisini brettir úr Munkastovu, sum eru fleiri hundrað ára gomul.

Maja Ekelöf, fødd Andersson 23. februar 1918 í Karlskoga - doyið 29. august 1989 í Karlskoga. Hon var ein kend svensk reingeringskona, sum á eldri árum gjørdist vird rithøvundi.

Maja átti fimm børn og var fráskild. Hon forvann til lívsins uppihald við at vera vaskikona. Hon gjørdi eina serliga debut ella byrjan sum rithøvundi við at vinna Rabén & Sjögrens skaldsøgukapping ikki fyrr enn í 1970.

Bókin hevði serstaka heitið, Rapport från en skurhink, sum var skrivað í dagbóksniði. Í føroyskari týðing kundi bókin itið, Frásøgn frá eini gólvspann.

Bert fyrsta árið kom bókin út í seks ymiskum uppløgu, so nógv var hon avhildin.

Lesarnir hjá Femina, stemmaðu Maju Ekelöf til at vera næst mest avhildna kvinnai Svøríki hetta árið.

Í 2019 fekk eitt torg í Karlskoga heitið, Maja Ekelöfs plats. 

Framsýningarhølið hjá Svein Rógva Nielsen á Stoksoyravegi 42 var sera hugnaligt og hóskaði væl til hesa framsýningina, sum hevði nógvar smálutir, ið skaptu eina stóra og spennandi heild.

Flestu listaverkini vóru eisini seld.

Takk fyri hesa serstøku og annarleiðis framsýnigina í heum serligu hølunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…
Jonna 1:17.21 og bronsu á DM í 5 km Open…
Sjálvt grindina lata vit fara
Brandur hevði 6.000 pund
Føroyar fingu hvøkk, men vunnu 3-1 á Geo…