Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sokallaða tjóðarsemjan

SKRIVAÐ: Sambandsflokkurin  |  30.06.2025 - 14:19 Politikkur Tíðindaskriv

Kjak hevur verið seinastu tíðina um sokallaðu tjóðarsemjuna, sum er gjørd millum fimm flokkar á Løgtingi. Tað einasta tey eru samd um er, at Føroyar skulu úr ríkinum.

 

Her eru grundgevingarnar fyri, hví Sambandsflokkurin ger, sum hann ger, og hvat vit leggja upp til.

 

Taka seg úr ríkinum

Fyrst og fremst er orsøkin til, at Sambandsflokkurin ikki er við í semjuni, at flokkarnir ynskja at taka seg úr ríkinum – hetta vilja vit ikki. Tað er ikki tí, at sambandsmenn hava øðrvísi blóð enn aðrir føroyingar, men av tí einføldu orsøk, at hetta setur vælferðina hjá føroyska borgaranum í váða.
Tað er bláoygt at halda, at vit kunnu varðveita allar ágóðar og stórrakstrar fyrimunir, sum koma við at vera í ríkisfelagsskapinum, um vit taka okkum burturúr honum.

 

Nýtt Samband – Størri uttanríkispolitiskar heimildir

Ríkisfelagsskapurin skal gerast tíðarhóskandi og fleiri uttanríkispolitiskar heimildir skulu fáast – hesum eru vit púra samd við. Longu í fjør summar løgdu vit fram okkara uppskot um Sjálvstýrislóg, har uttanríkispolitiskt rásarúm verður formaliserað. Vit siga í Nýtt Samband, hvat vit vilja varðveita, og hvat skal broytast – ítøkiliga. Hendan tjóðsemjan ætlar júst tað, sum vit løgdu fram tá – fyri uttan, at Løgmaður vil taka Føroyar úr ríkisfelagsskapinum.

 

Onki á borðinum

Hvussu kann man tosa um so kollveltandi broytingar og semjur, sum man ætlar at taka til samráðingar við donsku stjórnina, tá absolut einki ítøkiligt er gjørt? At melda hart út um broyting uttan at hava fyrireikað nakað sum helst – og ikki kunna almenningin um hetta – er flóvisligt og djúpt óseriøst. Man skapar eina óttafulla støðu hjá føroyingum. Tað er ikki í lagi at gera – hvørki hjá einum vanligum borgara og so slettis ikki hjá LANDSINS leiðslu.

 

Limaskapir

Sjálvstøðugur limaskapur í altjóða felagsskapum skal fáast – tað vilja allir flokkar heilhjartað!
Í núverandi løtu er §6 nevndin í holt við at finna niðurstøðu um WTO-limaskap. Hendan niðurstøðan kann brúkast, um positivt útfall verður, at endurtulka fortíðar sýttar umbønir. Tað snýr seg ikki neyðturviliga einans um WTO í tí føri.

Limaskapur í ymsar felagsskapir kemur ikki bert við at loysa. Alt skal samráðast!
EFTA verður nevnt sum dømi, har sagt verður at vit skulu verða sjálvstøðugt land fyri at fáa limaskap. Men løgfrøðiliga er møguleiki eisini fyri, at gerast limur um hini limalondini játta – og tað er har hundurin liggur grivin, tí fyrr hava limalondini sýtt føroyingum atgongd, tí tey ikki ynskja okkum sum lim. At halda alt loysir seg við loysing er at fara ov lættliga um veruleikan – samráðingar skulu altíð til!

 

§6 nevndin og at flyta fokus

Tá §6 nevndin er komin til sína niðurstøðu, verður útgangsstøðið greiðari. So hví ikki bíða til í heyst, tá niðurstøðan fyriliggur? Jú, eg loyvi mær at koma við illgitingum um, at hetta er fyri at flyta fokus.
Pensjónsmálið, Suðuroyartunnil, MVG-frítøka av gerandisvørum og stytt arbeiðsvika. Hetta eru øll mál, ið ikki eru avgreidd hjá samgonguni. Og tey kosta – sera nógv – har bert eitt gevur inntøkur.
Enn er hall á fíggjarlógini og einki fíggjarpolitiskt regluverk er komið fyri tingið enn.
Einki tykist rigga hjá samgonguni – men hóast tað, velur Løgmaður at fara í holt við eitt nýtt mál, sum er kollveltandi, uttan eina greiða ætlan. Hetta er fullkomuliga ábyrgdarleyst – men ein hent villleiðing, um endamálið er at flyta uppmerksemið hjá veljaranum.

 

Sambandsflokkurin er skansin

Sambandsflokkurin er ikki við í sokallaðu tjóðarsemjuni, tí vit vilja ikki taka okkum úr ríkinum og spæla hasard við vælferðina – men vit ynskja størri uttanríkispolitiskt rásarúm og dagføring av ótíðarhóskandi lógum. Vit vilja altíð gera tað, sum vit halda vera best fyri Føroyar, um so allir flokkar gera semju uttanum okkum.

Lat okkum fara til samráðingarborði eftir tí vit øll vilja, at gera ríkisfelagsskapin tíðarhóskandi og fleiri uttanríkispolitiskar heimildir skulu fáast. Tá kunnu vit standa saman og fáa eina góða loysn fyri Føroyar og føroyingar.

 

Sambandsflokkurin

Bárður á Steig Nielsen

formaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…
Jonna 1:17.21 og bronsu á DM í 5 km Open…
Sjálvt grindina lata vit fara
Brandur hevði 6.000 pund
Føroyar fingu hvøkk, men vunnu 3-1 á Geo…
Viðmerk­ingar til hvønn kapittul í Gamla…
U21-sensatión: Føroyar triðbest í heimin…
Búgv í hugnaligu tjaldbygdini
KÍ - FC Suðuroy 4-0
Fíggingin komin í hús
Maður fyri borð: Væntað at maðurin er de…
Leitingin heldur fram
Árni var skarpari enn hinir
Deep Energy á Skálafjørðinum
Bronsudystur á Skúlatrøð!