Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – seinni partur
Nú er síðsta bókin í røðini við viðmerkingum til hvønn kapittul í Bíbliuni komin út.
Fyrsta bókin, „Viðmerkingar til hvønn kapittul í Nýggja Testamenti“, kom í 2019. Onnur bókin, „Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – fyrri partur“, kom í 2022. Og nú í 2025 kemur triðja bókin: „Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – seinni partur“.
Páll á Lakjuni, sum hevur týtt røðina úr enskum, sigur soleiðis:
Fyri nøkrum árum síðani keypti eg bókina, “With the Word – the chapter-by-chapter Bible handbook”, sum amerikanski rithøvundurin, Warren Wiersbe, skrivaði. Gjørdist hugtikin av henni beinanvegin, eg fór at lesa í henni. Hesi smáu brotini – hesar viðmerkingar – til hvønn kapittul í Bíbliuni dámdi mær so væl, at eg fór í holt við at týða tey til føroyskt. Vón mín er, at lesarin av hesi bókarøð fær somu signingar, sum eg sjálvur havi fingið.
Limirnir í bókaringinum kunnu gleða seg til, at hendan bókin kemur inn um hurðina ein av komandi døgunum.
Bókin „Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – seinni partur“ er 612 blaðsíður og kostar 275 krónur. Hon kann fáast til keyps á nethandlinum www.leirkerid.fo og í bókhandlum kring landið.