Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar fingu hvøkk, men vunnu 3-1 á Georgia

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  29.06.2025 - 22:55 Ítrottur Tíðindi

Við úrslitunum hjá Georgia higartil í kappingini, har Georgia hevur tapt allar dystirnar, m.a. fyri Íslandi, sum Føroyar høvdu vunnið á, vóru vónirnar hjá føroyska flogbóltslandsliðnum við monnum fyri sigri serstakliga bjartar í síðsta dystinum í Silvurliguni í ár.

 

Silvurligan, menn:
Georgia – Føroyar 1-3 (18-25, 25-21, 22-25, 18-25)

Tó gekst ikki eftir ætlan fyrstu løtuna í fyrsta setti, har Georgia legði seg á odda 12-8. Men við fimm stigum á rað fóru Føroyar framum 15-13, og við at vinna átta av níggju bóltum løgdu Føroyar seg á odda 23-15, og so var settið komið undir land. Settið vunnu Føroyar 25-18, tá ið servan hjá Georgia brast í netið.


Í øðrum setti fingu Føroyar ein rættiligan hvøkk, tá ið Georgia gjørdi eitt skarvslop við sjey stigum á rað og fóru framum 14-5. Føroyar komu smátt um smátt fyri seg aftur og minkaðu um munin niður í 19-22, men komu tó ikki nærri og taptu 25-21.


Føroyar komu skjótt yvir hvøkkin og vóru fyri tað mesta frammanfyri eitt, tvey og trý stig. men Georgia javnaði tó til 18-18. Eftir at Georgia seinni í settinum aftur hevði minkað um munin til 22-23, vunnu Føroyar settið 25-22 við smassjum frá Bjarna Joensen og Filip Ilic.


Sigurin sá út til at vera komin í hús, tá ið Føroyar løgdu seg á odda 17-10 í fjórða setti, men Georgia gjørdi ein vørr og bardi seg upp á 15-17, áðrenn Føroyar spentu í aftur og vunnu settið 25-18.


Við sigrinum fóru Føroyar fram um Ísland, sum var á sætta plássi.


Toppskorari hjá Føroyum í dag var Bjarni Joensen við 18 stigum. Yngri bróðurin Hjørtur fekk 15. Yngri Elisson Wang bróðurin, Jákup Árni, hevði fýra vinnarablokkar.


Endaliga støðan í Silvurliguni hjá monnum gjørdist henda:


1. Svøríki
2. Ungarn
3. Luksemborg
4. Eysturríki
5. Aserbadjan
6. Føroyar
7. Ísland
8. Georgia


Nr. 1 og 2, Svøríki og Ungarn, skulu tí spæla finalu heima og úti um rættin at flyta upp í Gullliguna.



Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar fingu hvøkk, men vunnu 3-1 á Geo…
Viðmerk­ingar til hvønn kapittul í Gamla…
U21-sensatión: Føroyar triðbest í heimin…
Búgv í hugnaligu tjaldbygdini
KÍ - FC Suðuroy 4-0
Fíggingin komin í hús
Maður fyri borð: Væntað at maðurin er de…
Leitingin heldur fram
Árni var skarpari enn hinir
Deep Energy á Skálafjørðinum
Bronsudystur á Skúlatrøð!
Nýggja gólvið í KÍ høllini tekur skap
Myndarøð: KÍ kvinnur - HB 7-1
Upptakt: KÍ-FC Suðuroy
Jupiter komin á Klaksvík
U21 hetjurnar hugtóku á Skúlatrøð
Heimsins størsti fóðurflaki á Funnings…
Team Klaksvík bjóðar til U21 hálvfinalu…
Sølutorg í Leirvík sunnudagin
Undirtøkan fyri Reyðakrossbúð­ina er sera…