Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjálvt grindina lata vit fara

SKRIVAÐ: Birgir Kruse  |  30.06.2025 - 12:37 Lesarabrøv Mentan

Agurk er góð og kann brúkast til mangt og hvat í grøna føroyska húsarhaldinum. Men á hásumri leggur agurkin navn til lægsta felagsnevnaran í fjølmiðlaheiminum, árstíðina, sum eisini er spekulativ sniðsmoga og kettulemmur at sleppa ivasomum ætlanum, sum teim fyrstu lutaíbúðunum, út á heiladeyða summarmarknaðin, ta linligu hvannatíðina, millum søkurnar. Men hetta er eisini tíðin at sleppa bumbum, sum bresta, bumm, uttan at nakar varnast

 

Semja er um, at summartíðin er ikki hin besta til tíðindi. Løgtingið er í summarfrí, og flestu starvsfólk, ið taka avgerðir, fara í feriu. Skúlarnir standa tómir, loftmiðlarnir taka sendingar av skránni, og heiðurskrýndu grindina, sum ókeypis kom frá Várharra, lata vit sleppa í Vestmannasundi. Váðin er eingin.

Hjá teim journalistum, ið eru til arbeiðis um summarið, eru fá at spyrja og enn færri, ið tíma at lesa, lurta og hyggja, til dømis um festivalar, sum heldur vilja selja øl inni, nú veðrið er so ringt úti. Giti, at onkur summarjournalistur man kenna seg sum erstatningskaffi frá Rich’s. Bara eitt git, meðan vit bíða eftir vetrarskránni. Sama er galdandi á jólum, men tað er bert um summarið, at hugtakið agurkutíðindi verður drigið fram.

Skúlabøkurnar siga, at tað vóru týsk handilsfólk, sum í 19. øld fóru at brúka hugtakið sauregurkenzeit, um ta tíðina á árinum, tá agurkin er búgvin. Umvegis danskt er orðið komið inn í føroyskt. Bretskir journalistar kalla hesa tíðin á árinum the Silly Season. Í báðum førum er talan um hásummartíð, sum vit í álmanakkanum kundu knýtt aftur at hundadøgum.

Eru vit seriøs og vilja varpa ljós á týdnngarmikil tíðindi, velja vit tó at goyma tey til samfelagið aftur er í gongd og agurkutíðin er av. Tá kunnu vit leggja røttu lunnar undur kjakið, eru vit so samfelagssinnað, at vit yvirhøvur vilja og ynskja tað. Dømi eru um almennar kanningar, sum hóast lidnar, verða goymdar at kunngera til agurkutíðin er av.

Hinvegin kanst tú eisini spekulera í, at senda tíðindi út um lutaíbúðir, sum tað almenna nú setur til sølu fyri fyrstu ferð í søguni. Er agurkutíð, er eingin vági at bera hesi tíðindi um eina í mínum eygum ókuranta vøru við hesum heiti, men samstundis ein freistandi møguleiki hjá teim ovurhondsríku, at ogna sær nýggja íbúð, ilskast tú um stóru, mest sum tómu húsini, tú nú býrt í, innan tú, úr tiltakandi stættarsamfelagnum, fert foldum frá.

Ellinta Heimsmál hjá ST sigur, at ”fyri 2030 skal øllum verða tryggjað atgongd til skikkaðar og tryggar bústaðir og grundleggjandi tænastur fyri rímiligan kostnað; og fátækrabýlingar verða betraðir.” Víðari verður sagt, at vit, tað er heimssamfelagið, skulu ”gera býir og búsetingar inkluderandi, tryggar, haldgóðar og burðardyggar.”

Í uppslagi á Facebook, sigur mín góði granni, Hans J. Hermansen, ið hevur lagt nógv fyri at upplýsa almenningin um henda ódýrara bústaðarmøguleika, at fyrsta tilboðið frá okkara almenna føroyska bústaðarfelag, er eitt vónbrot:

”Tað má kennast hugstoytandi sum landsstýriskvinna, ja, mestsum sum bakbit, at hava biðið um og fingið ”tilmæli um átøk at nøkta bústaðartørvin” tann triðja mars í ár, og so, góðar tríggjar mánaðir seinri, síggja stovn, ið hon hevur ábyrgdina av, ganga beint ímóti álitinum. Guð viti, hvat man búgva undir, tí hatta hevur einki við lutaíbúðatankan at gera, tvørturímóti.”

Eitt annað mál úr almenna geiranum, sum eins lítið er gjørt burtur úr, er nýggjasta ársfrágreiðing hjá Málráðnum, har upplýst verður, at Ráðið er blivið heimleyst, skrivarin fer í summarfrí við telefon og teldu, uttan at vita, hvar hon skal møta eftir feriuna, tí skrivstovan er niðurpakkað og send á Sandvíkarhjalla. Nú loysir forkvinnan frá posabandinum, og tað við lít. Havi ikki lisið so hvassan tekst, sendan av eini almennari skrivstovu.

Tað er serliga í agurkutíð, at vit kunnu síggja og siga, at tíðindi eru ein miðlavøra, ið verður send á marknaðin, tá umstøðurnar eru bestar. Ikki fyrr enn tíðindini eru framleidd og kunngjørd, gerast fólk varug við tey. Skúlatíðindi blivu til, tá Lærarafelagið fór undir egna tíðindatænastu og valutatíðindi blivu til, tá Sparikassin fór undir egna tíðindatænastu. Í báðum førum eydnaðist at fáa innpass í Útvarpstíðindunum.

Tey tíðindi, vit aldri verða varug við, eru ikki tíðindi og skapa einki kjak.

So mikið størri verður uppgávan hjá journalistum og miðlum í agurkutíðum. Her liggur nógv á láni, serliga at verða umboð brúkarans í einum tiltakandi stættarsamfelag, spyrt tú meg.

Lesið meir um hetta stórmál og finnið sitat og uppgávur í skúlabókini Fjølmiðlar, Føroya Skúlabókagrunnur 2008

Lýsing
Seinastu tíðindini
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…
Jonna 1:17.21 og bronsu á DM í 5 km Open…
Sjálvt grindina lata vit fara
Brandur hevði 6.000 pund
Føroyar fingu hvøkk, men vunnu 3-1 á Geo…
Viðmerk­ingar til hvønn kapittul í Gamla…
U21-sensatión: Føroyar triðbest í heimin…
Búgv í hugnaligu tjaldbygdini
KÍ - FC Suðuroy 4-0
Fíggingin komin í hús
Maður fyri borð: Væntað at maðurin er de…
Leitingin heldur fram
Árni var skarpari enn hinir
Deep Energy á Skálafjørðinum
Bronsudystur á Skúlatrøð!