
Kunsturin at skjóta út til horna
Hóast tingsetan í Føroyum eitur seg at vera frá ólavsøku til næstu ólavsøku, vísir tað seg at vera ógjørligt at kalla tingið saman í summarferiuni. Tað er tí nærum vorðið kotyma fyri samgonguna at sylta mál við at trekkja tey aftur seinasta tingdag. Og tað er tekin um eina samgongu við ringum stevi, sum ikki tosar væl saman innanhýsis.
Løgtingslimir bróta ikki frívakt. Tað hava vit fingið staðfest nakrar ferðir í seinastuni. Suðuroyartunnilin varð atkvøddur aftur í nevnd seinasta tingfund áðrenn 2¼-mánaða longu summarferiuna hjá Løgtinginum, men tann nevndin møttist ikki til ein einasta fund, og málið er tí fallið burtur. Skal Suðuroyartunnilin aftur viðgerast, má eitt nýtt uppskot til, tríggjar viðgerðir á tingi, hoyringar o.s.fr.
Minst tríggir uttanlandsnevndarlimir og ein fólkatingslimur hava givið til kennar, at Føroyar skulu forbjóða tveimum russiskum skipum í at koma í havn í Føroyum og at fiska í okkara sjóøki. Men har sigur Landsstýrið, at tað bara kann gerast við lóg. So má tingið kallast saman aftur – men sum nevnt, so bróta tingfólk ikki frívakt. Tað má tí bíða til aftaná ólavsøku, og stendur heldur ikki á skránni hjá Løgtinginum enn.
Vit sóu tað eisini í 2017, tá tingformaðurin Páll á Reynatúgvu sendi Løgtingið til hús. Tá skuldi 2. viðgerð av fiskivinnunýskipanini vera á skrá, men eftir øllum at døma megnaði samgongan ikki at telja upp í 17 tann dagin, og so varð bara farið í summarfrí. Løgmaður var longu frammanundan farin uttanlands í summarferiu, og onki hendi fyrrenn aftaná ólavsøku.
Bjarni Kárason Petersen valdi hinvegin at ganga línuna fult út við málinum um dagførda fosturtøkulóg í 2024, men tað gekk ikki eftir vild. Tvey av hansara egnu partafólkum og tveir av hansara samgongufeløgum atkvøddu ímóti, og málið fall. Beint aftaná segði hann seg vilja leggja málið fyri tingið umaftur, men tað hevur hann ongantíð gjørt, og nú er meira enn eitt ár liðið.
Hóast tað ongantíð varð alment váttað, so hoyrdist á vatnrørunum, at tað sama fór at endurtaka seg við málinum um hægri pensiónsaldur. Tað ryktaðist, at onkur í samgonguni ætlaði at atkvøða saman við andstøðuni, ið var kollektivt ímóti hægri pensiónsalduri. At taka málið aftur var tí helst einasti møguleikin fyri so nøkulunda at bjarga sær undan at tapa andlit.
Men hví kemur tað hartil? Tað vanliga plagdi at vera, at landsstýrisfólk tryggjaðu sær undirtøku fyri sínum uppskotum, áðrenn tey í heila tikið komu til fyrstu viðgerð. Men hesa tingsetuna tykist tað sum um Landsstýrið og Løgtingið ikki reiðiliga tosa saman fyrst, áðrenn uppskot verða løgd fyri tingið. Og tí síggja vit til dømis hálvfabrikata so sum uppskotið um hægri pensiónsaldur, har ein illa fyrireikað fylgilóg um tíðartreytaða pensión skuldi vera plástur á sárið.
Æviga undanførslan er, at ”málið má lýsast betur”. Alt gott um tað, men tað eigur at verða gjørt, áðrenn málið blívur eitt tingmál. Tað er ikki gott handverk at fara í Løgtingið við einum ólidnum uppskoti, og tað er alt annað enn gott ”politisk tæft” at fara í Løgtingið við einum uppskoti, sum fleiri samgongutingfólk eru ímóti. Hinvegin er tað heldur ikki serliga trúverdugt av tingfólki at atkvøða fyri til 2. viðgerð og so hótta við at atkvøða ímóti til 3. viðgerð.
Alt í alt bendir hetta á, at samgonguleiðslan ikki hevur neyðuga uppbakningin í tingmanningini.