Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrsti heilsupolitikkurin fyri Føroyar handaður landsstýriskvinnuni

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  27.11.2025 - 09:46 Tíðindaskriv

Heilsupolitikkurin fyri Føroyar er nú almannakunngjørdur og handaður Súsannu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum. Hetta er fyrstu ferð, at ein so víðfevnd og langskygd kós verður løgd fyri heilsuøkið í Føroyum, og heilsupolitikkurin verður mettur at fáa stóran týdning fyri menningina av heilsuverkinum og fólkaheilsuni komandi tíggju árini.

 

Ein felags kós fyri heilsuøkið
Heilsupolitikkurin hevur sum visjón:

“at allir borgarar sum longst varðveita sálarliga, kropsliga og sosiala vælveru, og at røtt og dygdargóð viðgerð verður veitt, tá hon krevst.”

Í heilsupolitikkinum er dentur lagdur á fyribyrging og heilsuframa, samstundis sum dygdin í viðgerð og góðskumenning verður styrkt. Tað er ein týðandi broyting í hugsanini, at heilsuframi og fyribyrging skulu inn í allar geirar av samfelagnum.

Breitt og grundleggjandi arbeiði
Í samgonguskjalinum er ásett, at ein heilsupolitikkur skal orðast. Eitt av teimum fyrstu málunum, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna,  fór undir, tá hon tók við, var at seta gongd á hetta arbeiðið. Nú er úrslitið klárt – ein heildarætlan fyri føroyska heilsuøkið frá 2026 til 2035.

Fólk úr politisku skipanini, heilsuverkinum, eldraøkinum, almannaøkinum, kommununum, barna- og útbúgvingargeiranum, ítrótti og frítíð, umframt privatir borgarar hava luttikið við sínum sjónarmiðum, royndum og uppskotum.

Arbeiðshátturin hevur verið víðfevnandi:

Hoyringarfundir við heilsustarvsfólk, sjúklingafeløg, stovnar og yrkisfeløg
Spurnakanning við 789 luttakarum
Almennur møguleiki hjá borgarum at lata inn skrivligar viðmerkingar (131 uppskot komu inn)
Ráðgevarabólkar og fakligir fylgibólkar
Heilsufaklig greining av heilsustøðuni í Føroyum
Úrslitið er ein politikkur, sum bæði setur kósina fyri langtíðarmálum og lýsir ítøkilig átøk fyri tey fyrstu trý árini. Nýggj átøk mugu raðfestast komandi árini, um langtíðarmálini skulu røkkast.

Eg eri sera fegin um, at vit nú hava ein heilsupolitikk, sum byggir á breiða luttøku og fakliga grundaði tilmælir. Hetta er eitt stórt og gott arbeiði, og eg vil hjartaliga takka øllum, ið hava tikið lut – heilsustarvsfólkum, kommunum, stovnum, felagsskapum og borgarum kring landið.
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
 
 
 
 

 

Heilsuverkið skal mennast breitt – niðurstøður úr politikkinum
Tað, ið gongur aftur í øllum, sum er komið fram undir viðgerðini, er m.a.:

- Størri dentur á heilsuframa og fyribyrging
Fyrimunurin fyri einstaklingar og samfelagið er størstur, tá sjúka verður fyribyrgd í staðin fyri viðgjørd.

- Styrkja heilsutænastur í nærumhvørvinum

Fleiri tænastur skulu kunna veitast nær borgarunum.

- Samanhangandi sjúklingagongdir

Betri samstarv millum sjúkrahús, kommunulæknar, Almannaverk og kommunur.

- Sterkari og tættari samstarv millum sjúkrahúsini

Hetta tryggjar, at tilfeingi og faklig vitan verða betur gagnnýtt.

- Faklig góðska og betri dátugrundarlag

Betri yvirlit, eftirmeting og góðskumenning.

- KT og tøkni

Talgildar loysnir og telemedisin skulu gagnnýtast enn betur.

- Tryggja vælútbúgvið starvsfólk

Starvsfólkatrot og tørvur á nýggjum førleikum skal loysast við uppgávuflyting og menning.

Eisini verður varpað ljós á avbjóðingar sum vaksandi tal av eldri, ovurfiti, stór nýtsla av nikotin- og rúsdrekkavørum millum ung, ring sálarheilsa og sosialan ójavna í heilsu.

Hetta er ikki ein ætlan, sum bert leggur upp til fleiri og dýrari tænastur. Politikkurin leggur eina ætlan fyri, hvussu heilsuøkið gerst haldført og burðardygt. Vit skulu fyribyrgja sjúku, betra samstarvið um sjúklingin og taka stig, sum fáa heilsuverkið at virka sameint og meir skynsamt. Tað er neyðugt, um vit skulu klára tann vaksandi tørvin á heilsutænastum frameftir.
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
Heilsupolitikkurin - eitt íkast í haldføri
Í heilsupolitikkinum eru tilmæli um átøk, sum hava til endamáls at betra virkisføri í heilsuverkinum, og harvið virka fyri at heilsuverkið fer at megna vaksandi tørvin á heilsutænastum frameftir. Kósin, sum heilsupolitikkurin leggur upp til, er at:

fyribyrgja sjúku, sum fer at hava við sær at færri fáa tørv á viðgerð í framtíðini
skapa betri og meira samanhangandi sjúklingagongdir
sjúkrahúsini skulu arbeiða tættari saman og gagnnýta tilfeingið betur
minka dupultfunktiónir og óskynsom markamót
Hetta eru stig, sum leggja lunnar undir eitt haldført og framtíðartryggja heilsuverk.

 

HEILSUPOLITIKKUR 2026-2035

SAMANDRÁTTUR, LANGTÍÐARMÁL OG ÁTØK
Átøk, sum eru byrjað
Farið er undir nøkur átøk, sum eru sprottin úr arbeiðinum við heilsupolitikkinum. Beint fyri summarferiuna varð samstarvsavtala gjørd millum Heilsumálaráðið, ÍSF og Heilsustýrið. Samstarvið skal virka fyri at styrkja rørslu, sálarheilsu og fólkaheilsu um alt landið.

Harumframt eru prísir á nikotin- og tubbaksvørum hækkaðir. Og arbeitt verður við at fyrireika tilboð um at screena (skima) fyri tarmkrabba í Føroyum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Tjóðveldi fyri seinastu ferð
Jannie er viljasterk, handlikraftig og r…
Tað skal verða lættari hjá borgarum við…
Afturbering av MVG (25%) til okkara ungd…
Bíðitíðin til útgreining skal styttast
Javnaðar­flokku­rin við reinum fólka­tingsl…
Strika gjaldið á tóm hús
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp