Lýsing
Lýsing
Lýsing

Afturbering av MVG (25%) til okkara ungdóm, sum vil seta føtur undir egið borð

SKRIVAÐ: Birgir Nielsen  |  10.03.2026 - 06:47 Politikkur Tíðindaskriv

Vit í Fólkaflokkinum hava eitt gott og ítøkiligt uppskot, sum skal gera tað 25% bíligari hjá fyrstuferðs-keyparum at byggja sær eini hús ella keypa sær eina íbúð.

 

 

Øll vita hvussu ómetaliga dýrt tað er blivið at byggja, ella keypa sær hús í Føroyum í dag.

Um vit vilja tað ella ikki, so ger hendan støðan longu í dag, at flestu av okkara ungu als ikki hava ráð at seta búgv í Føroyum.

Hetta mugu vit sum samfelag, gera nakað munagott við – NÚ.

Eg havi sjálvur fleiri ferðir víst á, at høvuðsorsøkin til høgu húsaprísrnar er, at útboðið av kommunalum grundstykkjum er alt ov lágt. Her mugu kommunurnar áleggjast at stykkja nógv meira út.

Eisini er danska byggikunngerðin BK 17, sum var samtykt í Føroyum, ein stór orsøk til økta byggikostnaðin, kanska við heili 700 – 800 tkr. fyri hvørt hús. Hetta er púra ørt. Hendan lógin má tí broytast, ongantíð ov skjótt.

Uppskotið frá Fólkaflokkinum og mær er í stuttum hetta:

Fyrstuferðs-keyparar av húsum og íbúðum skulu ikki rinda MVG av íløguni.
Um sethúsini t.d. kosta 5 mió.kr. at byggja í dag, so kann 1 mió.kr. trekkjast av sum sparast við ikki at rinda MVG.
Fíggingin skal gerast soleiðis, at hesir fyrstuferðs-keyparar ikki fáa rentustuðul og rentustuðulin annars verður minkaður niður í onki.
Byggisaamtyktin við BK 17 má avtakast ella gerðast munandi linari.
Lat okkum saman gera alt sum er møguligt fyri, at okkara ungu kunnu búleikast her og seta føtur undir egið borð í Føroyum, heldur enn uttanlands.

 

Tú kanst stuðla mær og Fólkaflokkinum við hesum til løgtingsvalið 26. mars.

Birgir Nielsen, valevni hjá Fólkaflokkinum

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið í RÚV
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Tjóðveldi fyri seinastu ferð
Jannie er viljasterk, handlikraftig og r…
Tað skal verða lættari hjá borgarum við…
Afturbering av MVG (25%) til okkara ungd…
Bíðitíðin til útgreining skal styttast
Javnaðar­flokku­rin við reinum fólka­tingsl…
Strika gjaldið á tóm hús
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag