Lýsing
Lýsing
Lýsing

Benjamin Hav & Familien á TÓRSFEST 2026

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  27.11.2025 - 09:39 Tíðindaskriv

Eitt av heitastu nøvnunum innan nútímans danskan popptónleik er Benjamin Hav & Familien. Bólkurin spældi tvær útseldar konsertir í Royal Arena fyrr í ár, og skotsbráið frá miðlunum vóru á einum málið: Talan var um eina maktdemonstratión!

 

Og nú setir Benjamin kós ímóti Føroyum.

Benjamin Hav er 40 ára gamal rappari og tónleikari. Í 2020 byrjaði hann at útgeva tónleik, og síðani hava pílarnir peikað beint í loft. Hann hevur vunnið virðislønir fyri Ársins hip hop útgávu, eins og hann hevur fingið virðisløn fyri at vera Ársins live bólkur. Í dag framførir hann saman við bólkinum Familien, og saman eitur bólkurin Benjamin Hav & Familien.

Tað sigst, at tá Benjamin framførir, so gerast áhoyrarar púra frá sær sjálvum. Ella sum sagt verður á vána føroyskum: Tey ganga bananas. Benjamin hevur evnini at geva áhoyrarunum frælsi. Sama hvør tú ert, so livir tú frælst við tónleikinum.

Benjamin Hav er eisini kendur frá donskum sjónvarpi. Í ár gjrødist hann dómari í navnframu sjónvarpsrøðini X-Factor, sum mangur føroyingur hevur tokka til.

Hann hevur samstarva við fleiri av teimum størstu í Danmark – millum annað Nic & Jay – og á nýggjastu útgávuni framførir hann eisini saman við Lukas Graham á lagnum “Jeg vil bare være et godt menneske, men det er ikke let.”

Benjamin Hav hevur staðfest seg sum eitt av sterkastu listafólkunum í Danmark, og tí kunnu vit rokna við einari risa veitslu, tá Benjamin Hav & Familien trína á pallin á Tórsfest 2026.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tjóðveldi fyri seinastu ferð
Jannie er viljasterk, handlikraftig og r…
Tað skal verða lættari hjá borgarum við…
Afturbering av MVG (25%) til okkara ungd…
Bíðitíðin til útgreining skal styttast
Javnaðar­flokku­rin við reinum fólka­tingsl…
Strika gjaldið á tóm hús
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna