Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Sethúsaprísirnir í Tórshavn hækkaðu 6% fyrsta ársfjórðing í 2025 samanborið við miðalprísin í 2024. Tað vil siga, at miðalprísurin fyri eini sethús í Tórshavn er 4,4 milliónir krónur.
Í Føroyum hækkaðu sethúsaprísirnir 9% fyrsta ársfjórðing í 2025, og sostatt er miðalprísurin á sethúsum nú komin upp á 3 milliónir krónur.
Seinastu 10 árini er miðalprísurin fyri sethús í Tórshavn tvífaldaður. Frá at vera góðar 2,1 milliónir krónur í 2015 táttar hann nú, sum nevnt, í 4,4 milliónir krónur. Taka vit alt landið undir einum, eru sethúsaprísirnir tvífaldaðir frá góðum 1,4 milliónum krónum til góðar 3 milliónir krónur.
“Vit síggja eingi tekin um, at prísurin lækkar í næstum. Í stuttum kann sigast, at útboðið er ov lítið í mun til eftirspurningin. Tað mangla búeindir; fleiri sløg og í øllum støddum og príslegum. Vit selja nógvar ognir kring landið og síggja, at prísirnir eru farnir upp nógv tey seinastu árini. Vit síggja eisini, at undirstøðukervið spælir ein stóran leiklut, tá fólk taka avgerð um, hvar tey vilja búseta seg. Tað sóu vit, tá Vágatunnilin kom, tá Eysturoyartunnilin kom, og vit síggja tað aftur nú, Sandoyartunnilin er komin”, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi.