Bústaðarmarknaðurin kókar og føroyingurin er fíggjarliga kroystur
Fíggjarliga trýstið á føroyingin er vaksið munandi seinastu árini. Trý ymisk mát benda á, at tað nú er nógv torførari hjá fólki at fáa endarnar at røkka saman, sammett við fyri 8–10 árum síðan. Ein av høvuðsorsøkunum er, at bústaðarprísirnir eru hækkaðir munandi meira enn lønirnar.
Hevði tað verið møguligt at longt lánitíðina til 40 ár, hevði hetta væntandi givið eina lækking á lánsgjaldinum, og helst eisini á leigukostnaðinum, á beint omanfyri 25%.
Seinnu árini er tað vorðið alsamt meira kostnaðarmikið at liva og búgva í Føroyum.
Síðani inflatiónin, mátað við brúkaraprísunum, av álvara tók dik á seg miðskeiðis í 2020, er keypiorkan hjá flestu føroyingum minkað munandi. Fram til nýggjastu uppgerðina, ið er pr. mai 2025, er brúkaraprístalið hækkað nærum 20% - eitt tal, ið vísir miðalhækkingina á vørum og tænastum, ið fólk dagliga brúka pening til.
Tó er tað serliga innan bústaðarøkið, at prísirnir eru hækkaðir nógv. Bólkurin “Býli” í Brúkaraprístalinum er hækkaður heilar 37,1% sama tíðarskeið. Tá vit hyggja nærri at einstøku undirbólkunum, síggja vit:
Sethús og rentuútreiðslur: +44,9%
Húsaleiga: +50,1%
Viðlíkahald av bústaði: +18,5%
Ravmagn og hiti: +38,2%
Við øðrum orðum: Tað er blivið alsamt meira kostnaðarmikið at búgva í Føroyum - hóast rentan sum heild er lækkað nakað síðani 2024.
Byrðan at bera bústaðarlánið er tyngd
At tað er vorðið munandi meira kostnaðarmikið at búgva í Føroyum sæst eisini aftur í sonevndu bústaðarbyrðuni, ið er tal, sum Betri Banki javnan kunnger. Bústaðarbyrðan verður roknað út frá einum pari við miðalinntøku, sum eigur tvey børn og hevur tikið eitt 25-ára annuitetslán. Talið vísir, hvussu stórur partur av inntøkuni eftir skatt fer til at gjalda bústaðarlánið.
Seinastu 10 árini er bústaðarbyrðan í Føroyum hækkað úr umleið 15% upp í 30%. Í Tórshavn er hon farin úr 25% upp í 44%. Tað vil siga, at eitt vanligt par í høvuðsstaðnum brúkar næstan helmingin av inntøkuni eftir skatt til bústaðarlán. Nýggjasta talið fyri bústaðarbyrðuna er gamaní frá 2023. Men hóast rentan ikki er nógv broytt síðani tá, eru sethúsaprísirnir framvegis hækkaðir. Tí bendir alt á, at bústaðarbyrðan er hægri í dag enn í 2023.
Sethúsaprísir hækkaðir meira enn tøka inntøkan
Aðrar uppgerðir, m.a. frá Føroya Banka og Hagstovu Føroya (pr. 2023), vísa, at sethúsaprísirnir eru hækkaðir munandi meira enn tøka inntøkan. Vit hava sostatt trý mát, sum øll benda á tað sama: føroyingurin er munandi meira kroystur fíggjarliga, enn fyri 8-
10 árum síðani, og bústaðarmarknaðurin kókar. Tað er heldur einki sum bendir á, at gongdin fer at venda, tí hóast inflatiónin er lækkandi ger hetta ikki, at prísirnir sum heild lækka.
Stóri spurningurin er so, um nakað kann gerast við hendan stóra trupuleikan, ið rakar føroyingar sum heild. Bæði føroyingar, sum búgva í leigubústaði og føroyingar, ið eiga egnan bústað, eru harðari sperdir enn áður.
Ov kostnaðarmikið at leiga
Vit kunnu eitt nú hyggja eftir leiguprísunum hjá Bústøðum, ið eru at finna á bustadir.fo. Her sæst, at um ein leigar frá Bústøðum og rúm skal vera fyri familju við 2 børnum má ein leiga eina av teimum størru íbúðunum. Her liggur leigan um 12.000 kr. mánaðarliga. Samstundis vísa royndir, at hendan leigan verður hækkað 2-5% árliga. Í seinastuni hava fleiri kært sína neyð orsakað av høga leigukostnaðinum. Fyri mong er hendan leigan beinleiðis ein avbjóðing, og tað merkist í gerandisdegnum.
Fíggjarliga trupult at ogna sær bústað
Vit kunnu eisini hyggja eftir, um gjørligt er at keypa eini sethús, við at rinda 12.000 kr. um mánaðin. Ein einføld lánsútrokning við einum annuitetsláni, ið hevur rentuna 4,15% og lánitíð upp í 25 ár, vísir, at hesar 12.000 kr. einans bera eina skuld á 2,782 mió kr. Her er ein avbjóðing. Siga vit, at kravið til eginpening er 10%, ber til at keypa hús fyri 3,091 mió kr. At finna eini hús fyri hesa upphædd, ið ikki krevja munandi ábøtur, er trupult í dag. Við øðrum orðum er tað fíggjarliga trupult hjá teimum mongu at ogna sær bústað.
Stutta lánitíðarskeiðið ger tað trupult
Ein av høvðstrupuleikunum í dag er, at lánitíðarskeiðið er stutt. Vit kunnu í dag í mesta lagi taka sethúsalán, ið eru 30 ár og stovnar, sum Bústaðir, grunda eisini sínar leiguútrokningar á slík lutfalsliga stutt tíðarskeið. Stóru spurningarnir eru tí, um longdin á einum sethúsaláni ikki kann leingjast í eitt nú 40 ár, og um tað er rætt, at Bústaðir grundar sínar útrokningar á eina livitíð á bústaðunum á einans 30 ár. Eitt býli, ið javnan verður viðlíkahildið, økist vanliga í virði og vil tí hava eitt munandi hægri virði eftir 30-40 árum. Hetta eigur eisini at vera tikið hædd fyri. Tí príshækkingin er ein trygd fyri fíggingarstovnin og útleigaran.
Alt týðir uppá, at býlisprísir eisini fara at hækka í framtíðini
Seinastu 38 árini eru sethúsaprísirnir í miðal hækkaðir 4,0% árliga í Tórshavn og í størru bygdunum eru prísirnir í miðal hækkaðir 3,7% og í smærru bygdunum 3,5% í miðal árliga, sambært hagstova.fo. Sethúsprísir eru søguliga hækkaðir við inflatiónini – í minsta lagi – og tað staðfesta hesi tølini frá hagstova.fo. Eingin orsøk er at halda, at sethúsaprísirnir ikki eisini fara at hækka í minsta lagi við inflatiónini í framtíðini.
Lánitíð á 40 ár kann verða ein loysn
Spurningurin er í tí, um sethúsalán í Føroyum, serliga til ungar familjur, ið keypa hús fyri fyrstu ferð, ikki kundu verið longd í 40 ár. Prísgongdin á sethúsamarknaðinum styrkir eyðsýnt um dygdina í veðnum handan sethúsaláninum.
Næsti spurningur er tí, um Bústaðir ikki eisini burdi longt livitíðina í sínum útrokningum.
Við søguligu gongdini í sethúsaprísunum er eingin vandi fyri hvørki fíggingarstovnin ella útleigaran, um ávíkavist lánstíðin ella livitíðin í leiguútrokningum verður longd til 40 ár. Tað, sum í høvuðsheitinum hevur týdning, er at lántakarin ella leigarin megnar at rinda lánsgjaldið ella leiguna, og at eitt nú veðið, ið lán er veitt til, heldur virðið.
Longd lánitíð lættir munandi um møguleikan og kostnaðin
Fleiri av okkara grannalondum veita sethúsalán í upp til 40 ár, undir ávísum umstøðum. So hví verður hesin møguleikin ikki eisini kannaður í Føroyum?
Við longdu lánitíðini kundi eitt lánsgjald á 12.000 kr. um mánaðin fíggjað sethús, ið kosta 3,879 mió kr., sammett við tær 3,091 mió kr. nevndar omanfyri. Hetta hevði styrkt um møguleikan hjá einari familju at funnið sethús at keypa. Megnaði familjan kortini at finna eitt býli til lægra kostnaðin, og lánið varð samstundis longt til 40 ár, vildi lánsgjaldið lækka úr 12.000 kr í 8.970 kr. Hetta svarar til eina lækking á meira enn 3.000 kr. ella beint omanfyri 25%. Hetta hevði lætt munandi um lánikostnaðin. Flyta vit hetta yvir á leigumarknaðin, kundi líknandi lækking í leiguni verið væntað av slíkum átaki.
Alt ov einstáttaður bústaðarpolitikkur – ella er yvirhøvur ein bústaðarpolitikkur?
Næsta stóra málið er bústaðarpolitikkurin ella í størri mun mangulin uppá ein bústaðarpolitikk. Um býli ikki verða bygd, sum ungar familjur, ið keypa bústað fyri fyrstu ferð, hava ráð til, verður tað trupult at fáa ungdómin at venda heim aftur. Verður gongdin ikki vend hesum viðvíkjandi, verður sera trupult at loysa haldføristrupulleikan í okkara búskapi, sum hevur verið nógv í sjóneykuni í seinastuni.
Ein skilagóð loysn stimbrar tilflyting
Her má okkurt gerast – og tað er sera átrokandi. Tað er neyðugt at lækka hitan á bústaðarmarknaðinum, soleiðis at føroyingurin ikki verður enn meira kroystur, hvørki sum eigari ella leigari av bústaði.
Sostatt verður eisini neyðugt at forða fyri, at fráflyting til onnur lond, har bústaðarmarknaðurin er meira fjølbroyttur, heldur fram at vaksa. Tað hevði verið ein sonn vanlagna fyri samfelagið.
Ein skilagóð loysn má finnast, og ein slík kundi stimbrað tilflyting, ið aftur kundi bøtt um haldføristrupulleikan í føroyska búskapinum.
Súni Selfoss, formaður Starvsfelagið