Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyskir triatletar luttikið í kappingum í Danmark

SKRIVAÐ: nordstrok.fo  |  01.07.2025 - 19:37 Ítrottur Tíðindi

Tað táttaði í 30 hitastig, sólin skein oman og niðan, og rættligur tri-stemmningur var, tá føroysku íðkararnir blívu sendir út í Jels sø í suðurjyllandi kl. 11.00 sunnumorgunin 22. Juni.

 

 


Tey fýra Anna Lovisa Mýri, Bergtór Tórsteinsson og Magni J. Hansen úr Norðstrok og Andrass Joensen frá TSF, ið saman við áleið 100 øðrum íðkarum skuldu vísa sínar dygdir.


Teinurin, ið tey kappaðust í, var 950 m svimjing, 45 km súkkling og 10,5 km renning. Tað bleiv svomið í Jels sø, súkklað á landavegunum runt um Jels og síðan runnið á ymiskum gøtum runt um Jels sø.


Anna Lovisa kappaðist í opnum bólki fyri kvinnur, hon kom á mál sum nummar 8 av 18 kvinnum. Samlaða tíðin hjá Annu Lovisu var 2 tímar og 57 minuttir.


Bergtór og Magni kappaðust í opnum bólki fyri menn. 34 menn luttóku í hesum bólkinum.


Bergtór kom á mál sum nummar 11. Samlaða tíðin hjá Bergtór var 2 tímar og 26 minuttir. Bergtór sigur, at hann er sera væl nøgdur við svimjingina og súkklingina, men at hitin órógvaði renningina nógv.


Magni kom á mál sum nummar 5. Tíðin hjá Magna var 2 tímar og 12 minuttir. Tað gekk væl. Skiftini frá svimjing til súkkling og frá súkkling til renning gingu væl. Hann súkklaði ok, men rann ikki so skjótt, sum hann plagar. Hugsast kann, at tað eisini her var nógvi hitin, sum ávirkaði.


Andrass kappaðist í bólki fyri menn 50 ár og eldri. 27 luttakarar vóru í bólkinum. Andrass bleiv nummar 2 við tíðini 2 tímar og 19 minuttir. Andrass er væl nøgdur við tíðirnar, hann svam, súkklaði og rann, og sum vanligt gjørdi hann tað, sum skal til fyri at koma á skammilin.


Í Helsingør vóru Brian L. Feisturstein og Benjamin Thomassen og gjørdu ½ Ironman, og gjøgnumførdu teir báðir. Brian kom á mál við tíðini 6 tímar 36 min 05 sek, Benjamin kom á mál við tíðini 7 tímar 19 min 17 sek. Málið hjá teimum var at gjøgnumføra, og tað gjørdu teir báðir.



Lýsing
Seinastu tíðindini
Løgmaður helt røðu fyri U21-hetjunum
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan