Metstórar skattarættingar í 2024
Skattaeftirlitið hjá TAKS hevur nú gjørt upp fyri 2024, og úrslitið vísir, at gjørdar eru rættingar fyri stívliga 291 milliónir krónur
Hetta eru størstu rættingar nakrantíð, og tær geva landskassanum eina nettoinntøku á 82 milliónir krónur afturat. Hetta er greið ábending um, at eftirlitið hjá TAKS virkar væl og gevur úrslit.
Flestu rættingarnar vóru knýttar at feløgum
Av teimum 291 milliónunum stavar meginparturin – 272 milliónir – haðani.
- 109 milliónir í inntøkuskatti
- 96 milliónir í kapitalvinningsskatti
- 60 milliónir í veiðirættindaskatti
- 7 milliónir í avgjøldum
Hjá einstaklingum vórðu rættingar gjørdar fyri góðar 19 milliónir krónur.
- 8,7 milliónir í inntøkuskatti
- 8,9 milliónir í kapitalvinningsskatti
- 1,5 milliónir í rentustuðli og ferðastuðli
Eyðun Mørkøre: “Vit hava gjørt eitt gott arbeiði”
“291 milliónir er størsta rætting, vit nakrantíð hava gjørt. Tað vísir, at eftirlitið virkar, og at vit hava dugnalig fólk á uppgávuni – og tað eru vit errin av,” sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.
Hann leggur afturat: “Seinastu árini hava vit sæð, at einstøk eftirlit kunnu hava stóra ávirkan, og 2024 var einki undantak. Hetta undirstrikar, hvussu týðandi tað er, at TAKS hevur eitt nútímans og vælvirkandi eftirlit.”