Lýsing
Lýsing
Lýsing

Integratiónslógin sett í gildi

SKRIVAÐ: Løgmálaráðið  |  01.07.2025 - 11:32 Tíðindaskriv

Í dag, 1. juli, verður integratiónslógin sett í gildi. Lógin skipar tilgongdina fyri integratión í Føroyum og gevur myndugleikum greiðar heimildir at seta í verk og fremja integratiónsfremjandi tiltøk.

 

Løgtingslógin er galdandi fyri allar útlendingar, sum hava uppihaldsloyvi í Føroyum.

Bæði landi og kommunum verður álagt at veita integratiónsfremjandi tiltøk, samstundis sum ymisk krøv verða sett tilflytarum. Integratiónslógin leggur dent á, at landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar skulu arbeiða saman fyri at lyfta integratiónsøkið í felag.

 

Løgtingslógin kemur í gildi í stigum, sum eru skipað soleiðis:

1. juli 2025: Kommunurnar skulu skipa fyri kunnandi fundum fyri tilflytarum, sum nýliga eru fluttir til Føroya. Integratiónsmyndugleikin skal skipa fyri integratiónssamrøðum. Kommunur og integratiónsmyndugleikin skulu skipa fyri integratiónsfremjandi tiltøkum og almennari kunning, og integratiónsmyndugleikin skal ráðgeva og vegleiða almennum myndugleikum, kommunum, stovnum, fyritøkum og øðrum um integratión og integratiónsfremjandi tiltøk.

1. januar 2026: Tilflytarar, sum hava børn undir skúlaaldur, fáa tilboð um heimavitjan av heilsufrøðingi, skeið um føroyska mentan og samfelagsviðurskifti, og skeið um integratión hjá børnum.

1. juli 2026: Kommunur skulu hava integratiónssamskipara og skulu veita børnum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, eina skipaða trivnaðarætlan á dagstovnum.

Kunnandi fundur um integratiónslógina hevur verið í Havn, og kunnandi fundir verða væntandi í Suðuroy og í Norðoyggjum eftir summarfrítíðina.

Løgmálaráðið og integratiónsmyndugleikin, sum er partur av Útlendingastovuni, samstarva við avvarðandi áhugapørtum og myndugleikum um fyrireikingarnar at seta integratiónslógina í verk.

Integratiónslógin leggur dent á tætt samstarv millum land og kommunur, stovnar, almannagagnligar og sjálvbodnar felagsskapir og fyritøkur, samstundis sum tilflytarin skal luttaka mest møguligt.

Besta integratiónin, sum bæði er til frama fyri íbúgvar og samfelagið, er einans møgulig, um øll lyfta í felag. Samstundis sum ávís krøv verða sett tilflytarum, skulu hesi virða ymisleikan hjá tilflytarum. Integratión merkir sínámillum tillaging av ymiskum mentanum, so hesar kunnu liva lið um lið á felags grundstøði. Integratiónstilgongdin skal tí rúma, at tilflytarar varðveita sína mentan, samstundis sum føroyska mentanin gerst partur av gerandisdegnum, og tilgongdin skal víðka føroyska samfelagið at fevna um mentanirnar hjá tilflytarum.

Ein vegleiðing til kommunurnar um integratióntiltøk og kunnandi fundir er tøk her.

Slóð til Integratiónslógina er her.

Meira kunning um tilfar, tiltøk og skeið verður latin, tá hesi verða tøk.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…
Jonna 1:17.21 og bronsu á DM í 5 km Open…
Sjálvt grindina lata vit fara