Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyskir audiologopedar hava stovnað áhugafelag

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  01.07.2025 - 08:41 Tíðindaskriv

Kandidatútbúgvingin í ”Audiologopædi” varð sett á stovn á Universitetinum í Keypmannahavn í 1982 og eftir at fyrstu útbúnu føroysku audiologopedarnir vórðu lidnar við útbúgvingina eru fleiri komin afturat, og nú eru 15 limir í áhugafelagnum ”Føroyskir audiologopedar”, sum júst er stovnað

 

Áhugin fyri økinum og eftirspurningurin er vaksandi, og væntandi økist limatalið, nú fleiri audiologopedar eru ávegis í lesnaðinum.

Endamálið við felagnum er at menna føroysku vitanina innan samskifti, mál, talu, hoyrn og lesing og at hava eitt fakligt forum, har til ber at deila vitan. Eisini er ein almenn facebook-síða stovnað, har kunnað verður um ymisku økini innan fakið. Síðan eitur Audiologopedi. Ætlanin er harumframt at skipa fyri kunnandi tiltøkum.

 

Hvørji eru vit?

Vit eru universitetsútbúnir audiologopedar. Vit starvast innan ymisk øki og eru knýtt at ymiskum stovnum umframt privatpraktiserandi.

Við okkara útbúgving sum audiologopedar hava vit holla vitan um samskifti, mál, talu, hoyrn og lesing hjá børnum og vaksnum. Audiologopedar arbeiða við diagnostisering, ráðgeving, undirvísing, viðgerð og gransking innan hesi øki. Málbólkarnir, vit arbeiða við, eru ymiskir og fevna breitt. Við upplýsing vilja vit vera við til at varpa ljós á økið og vónandi geva ráð, sum kunnu vera menniskjum til hjálpar.

Í nevndini eru: Elin Reinert Petersen, forkvinna, Miriam Hentze Johannesen, kassameistari og Mona Nattestad Steintún, skrivari.

 

Aftast frá vi.: Jutta Nielsen, Miriam H. Johannesen, Rósa Danielsen, Diana Ninudóttir og Marita Jøkladal.

Fremst frá vi.: Helena S. Højgaard, Bjarta Hergeirsdóttir, Elin R. Petersen, Mona N. Steintún og Lisbeth G. Sandheim.

Vanta á myndini: Sissal M. Rasmussen, Guðrun Ziska, Rakul Norden, Ingvard Poulsen og Lív Ingdorsdóttir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…
Jonna 1:17.21 og bronsu á DM í 5 km Open…
Sjálvt grindina lata vit fara
Brandur hevði 6.000 pund