Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú er KÍ langt fremst

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  01.06.2025 - 10:41 Ítrottur Tíðindi

Eins og í Runavík fyrr í ár so vóru KÍ-arnir meira avgjørdir, tá møguleikarnir komu og fingu tí eitt mál meir og vunnu toppdystin, sum kann vísa seg at verða sera avgerandi fyri FM 2025.

Á norðoyastevnu í fjør var yvirskriftin á Norðlýsinum ’’KÍ er næstan úti av FM-stríðnum longu á norðoyastevnu’’ eftir, at Víkingur vann í Klaksvík og fór seks stig framum KÍ. Og tríggjar vikur seinni var yvirskriftin ’’KÍ er nú endaliga úti av FM-stríðnum’’ eftir, at KÍ tapti 3-0 í Gundadali móti HB.

Nú um somu tíð eitt ár seinni er støðan tann øvugta. Avbjóðararnir hjá KÍ eru næstan úti av FM-stríðnum eftir, at KÍ vann toppdystin á NSÍ á norðoyastevnu og nú liggur sjey stig fremst. Eisini tí, at KÍ hevur bara ein innanhýsis dyst eftir móti NSÍ og ein móti HB.

Talan var um ein javnan og spennandi dyst. Til tíðir minti hann um dystin í Runavík. NSÍ hevði meira spæl, fleiri málroyndir og fleiri støður, men KÍ var kaldari og fekk málini sum skuldu til fyri at vinna. Tað hoyrir til, at KÍ ongantíð var aftanfyri í dystinum og betri kundi liva við javnleiki, og tí var tað meir upp til NSÍ at skapa dystin. Eisini vístu myndaupptøkur, at KÍ helst av røttum skuldi havt skorað eitt mál afturat við støðuni 2-1, tí bólturin var helst ikki uttanfyri, tá Jákup B. Andreasen sendi innfyri til Jonn Johannessen, sum skallaði bóltin í málið.

Avgerandi málið hjá KÍ kom í 82. minutti, tá Árni Frederiksberg sendi fríspark umvegis eitt NSÍ-høvd í málið til 3-2. Og so var stór frøði á stóru heimaáskoðarafjøldini. Aftur hesaferð skaptu bæði Bláa Bylgjan og Guliganz sera góðan stemning til dystin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið