Lýsing
Lýsing
Lýsing
Álitið hjá Fíggjarnevndini um at gera eina frágreiðing um Bústaðir varð samtykt við fullari undirtøku frá andstøðuni, meðan samgongutingfólkini gingu í minst trimum bólkum. Enn eitt tekin um, at samgongan er við at fara upp í límingini? | Mynd: bustadir.fo

Andstøðan stóð saman, samgongan ikki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.05.2025 - 16:00 Leiðarin Politikkur

Ingilín Didriksen Strøm, Hans Jacob Thomsen og Hervør Pálsdóttir atkvøddu ímóti, Høgni Hoydal fór á dyr, Bjarni Hammer atkvøddi blankt, men at enda samtykti Løgtingið eitt uppskot frá løgtingsgrannskoðarunum um, at Landsstýrið skal gera eina frágreiðing um Bústaðir. Hetta hóast ein samd Fíggjarnevnd mælti til at samtykkja tað

 

 

Fríggjadagin 2. mai var uppskot til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum um at biðja Landsstýrið um at gera eina frágreiðing av Bústøðum/Húsalánsgrunninum. Ein samd Fíggjarnevnd mælti Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Løgtingsgrannskoðararnir koma allir úr 4 teimum stóru flokkunum á tingi – Jóhannis Jensen (C), Erhard Joensen (B), Erling Eidesgaard (E) og Jacob Vestergaard (A). Fíggjarnevndin hevur limir úr øllum flokkunum á tingi.

Tí skuldi ein roknað við, at uppskotið fór at verða einmælt samtykt.

Men fyrrverandi landsstýriskvinnan á økinum, Ingilín D. Strøm, atkvøddi ímóti at gera eina frágreiðing um Bústaðir. Tað sama gjørdi Hervør Pálsdóttir. Báðar førdu fram, at tær vildu hava framat-rættaðan politikk, ikki fleiri frágreiðingar. Hans Jacob Thomsen tók als ikki orðið, so vit vita ikki, hví hann var ímóti. Høgni Hoydal tók orðið, men fór síðani út og atkvøddi tí als ikki.

Málið varð tó samtykt við 23 atkvøðum fyri, teimum nevndu 3 ímóti, og einari blankari. Annika Olsen úr Tjóðveldi var á sjálvum tingfundinum hendan dagin, men ikki í salinum og atkvøddi tí ikki. Dennis Holm og Liljan Weihe vóru ikki til staðar heldur. Bjørt Samuelsen atkvøddi fyri. So í Tjóðveldi atkvøddu bara tvær, onnur fyri og hin ímóti, meðan 4 ikki greiddu atkvøðu.

Málið gjørdist tí enn eitt dømi um, at samgongutingfólk eru farin at ganga egnar leiðir. Summi ímóti eini samdari Fíggjarnevnd, onkur fyri, og summi gingu móti úthurðini. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal møta svenskum toppliði í Albir
Veðrið í vikuni
Plakat eftir Elinborg Lützen
Ester Mikkelsen 70 ár
Kravd lívrenta er órímilig - lógin má tí…
Ein føroyingur og tveir íslendingar frem…
Hvat við at byrja hetta vikuskiftið við…
FA Cup sensatión: Macclesfield vann á Cr…
Filmhúsið setur sjóneykuna á filmshandri…
Eg elski at rokast
Flogbóltu­rin hevur tað gott í Føroyum
Nógv á skránni í Maverick
Desembur 2025 - og hvussu hann royndist…
Tveir klaksvík­ingar í venjaratoymi­num hj…
Talvkapping á Eiði setur nýtt met
Flogbóltur: 110 lið meldaði til Silva Cu…
Veðrið um vikuskiftið
Onki umval í Runavík
Trump: Ikki fleiri álop á Venezuela
Seglhúsmenni­nir áttu Háenni í 38 ár