Lýsing
Lýsing
Lýsing

Embætisfólk í fiskimálaráðnum ávaraðu landsstýrismannin

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  21.02.2018 - 09:38 Politikkur Tíðindi Vinna

Kristina Samuelsen, kanningarstjóri, sigur við Norðlýsið at tað gongur væl við kanningarmálinum, sum hon varð sett av løgtinginum at gera og at hon væntandi verður liðug við arbeiði áðrenn páskir.

- Hetta er eitt sera víðfevnt mál og eri júst í ferð við at leggja seinastu hond á lýsingina av málinum.

- Tá arbeiði er at lýsa málið er liðugt og niðurstøðan er skrivað verða Høgna Hoydal og Aksel V. Jóhannesen hoyrdir, áðrenn niðurstøðan verður send almenninginum.

- Málið hjá mær í løtuni er at verða liðug við arbeiði áðrenn páskir, men tá skal alt ganga sera væl í hond, sigur Kristina Samuelsen.

Kanningarstjórin sigur at hon fær ikki sagt so nógv meira um málið uttan at tað verður sera drúgt hjá fólki at lesa.

- Frágreiðingin verður nógvar síður tí sum sagt er málið sera víðfevnt, sigur Kristina Samuelsen, sum arbeiðir einsamøll við málinum. Í samband við avhoyringarnar hevði hon leita sær hjálp frá øðrum, til at evna spurningar og spyrja tá partarnir í málinum vóru avhoyrdir.

 

Embætisfólk ávaraðu landsstýrismannin

Norðlýsið var einasti fjølmiðil, sum var til allan fundin í Føroya Rætti, tá landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum varð avhoyrdur av kanningarstjóranum.

Løgtingsins Umboðsmaður viðger framvegis kæru frá Norðlýsinum, í samband við umbøn um innlit í loyniligt "arbeiðsskjal" í Fiskimálaráðnum. Skjalið kom undan kavi í samband við at kanningarstjórin, Kristina Samuelsen, avhoyrdi Landsstýrismannin í Fiskimálum.

Landsstýrismaðurin gjørdi av at útluta svartkjaft, sum felagskvota í 2015, og í hesum sambandi varð eitt upprit skrivað av fulltrúðunum í Fiskimálaráðnum, Jens Helga Toftum og Janet Nørregaard tann 22. oktober 2015. Uppritið er skrivað beint eftir at Høgni Hoydal tók við, sum landsstýrismaður og í uppritinum verður ávarað ímóti ætlanunum at loyva so mongum skipum, sum gjørligt at fiskað svartkjaft. Undir avhoyringini varð lisið upp úr skjalinum og har kom fram at fulltrúarnir í Fiskivinnuráðnum ávaraðu um fylgirnar og at hetta kundi føra til óhepnar støður fyri umsitingina, tí at hetta gekk ímóti niðurstøðuni hjá Løgtingsins Umboðsmanni og lóg um vinnuligan fiskiskap.

Spyrjarin, sum læs burtur úr skjalinum frá embætisverkinum, hugdi síðani yvir á landsstýrismannin og spurdi hann um hetta ikki var júst tað, sum hendi tá fløkja kom í viðgerðina av veiðuloyvum og Fiskimálaráðið varð tvinga til at ógildað veiðuloyvi, sum Fiskimálaráðið sjálvt hevði viðgjørt.

Fiskimálaráðið vil ikki lata almenninginum skjalið

Eftir avhoyringarnar av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, bað Norðlýsið um innlit í skjalið, men hetta var noktað okkum av Fiskimálaráðnum vísandi til, at hetta var eitt innanhýsis arbeiðsskjal. Síðani kærdu vit til Løgtingsins Umboðsmann sum framvegis viðgerð málið.

Við Norðlýsið sigur Løgtingsins Umboðsmaður at hon hevur sæð skjølini, men at talan er um eitt sera "tekniskt" mál, sum krevur drúgva viðgerð áðrenn niðurstøða verður gjørd um hvørt almenningurin kann síggja skjølini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fól…
Vápnahvíld millum Hamas og Ísrael á trap…
Virðisøking í fiski­vinnuni
Mortan Johannesen til minnis
William Heinesen 125 ár
Neyðhjálp til Vanuatu
Óli á Gravarbø vitjar í Norð­lýsinum
Nýggjur stjóri í Magn
Nógv lýddu á seinastu prædikuna hjá Joha…
Rætta sjálvstýriskósin sett
Janus Open
Solidariska jarðarferðin?
Torradagar 17. – 22. februar
Hans Jacob heldur rundan dag
Tøkk - Dagný Olsen, f. Sólstein
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at s…
Svimji­felagið Ægir 50 ár
Frálík nýggjárs­konsert
Tórshav­nar Gongufelag á vitjan
Pelagisku skipini undir Føroyum og Íslan…