Lýsing
Lýsing

Kanningarstjórin kannar alla starvstíðina hjá Høgna Hoydal

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  04.01.2018 - 10:28 Politikkur Tíðindi Vinna

Tá løgtingslimir heittu á løgtingsformannin um at seta kanningarstjóra at kanna embætisførsluna hjá landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum, var serliga hugsað um málið tá veiðuloyvi vóru flutt frá línuskipinum, Helenu, til uppisjóvarskipið Slættaberg. Men arbeiðsetningurin lat eisini upp fyri eini breiðari kanning av embætisførsluni hjá Høgna Hoydal, tí málið um fluttu veiðuloyvini knítur seg eisini til onnur mál.

Í brævinum sum løgtingslimir sendu løgtingsformanninum, stendur soleiðis í innganginum:

…. Undirritaðu løgtingslimir vilja við hesum, við tilvísing til § 38, stk. 2 í stýrisskipanarlógini, heita á løgtingsformannin um beinanvegin seta ein kanningarstjóra at kanna, um landsstyrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, hevur umsitið sítt málsøkið á lógligan hátt í samband við flyting av veiðuloyvum……

Svartkjaftabýti í 2015

Tað var í samband við svartkjaftabýti í 2015 at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, gav boð um at hann skuldi kunnast um allar umsóknir um flytingar av veiðuloyvum áðrenn tær vóru avgreiddar.

Tá Høgni Hoydal var spurdur um hví hann gav hesi boðini undir avhoyringini í hølunum hjá Sorinskrivaranum, segði Høgni Hoydal at hann vildi vita um trupulleikar sum kundu stinga seg upp.

- Tí so kundu vit loysa møguligar trupulleikar við at broyta kunngerðina, eftir at umsóknirnar vóru komnar inn, segði Landsstýrismaðurin.

Undir avhoyringunum av landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum kom fram, at í samband við at landstýrismaðurin avgjørdi at útluta svartkjaft, sum felagskvota, var eitt upprit skrivað av Jens Helga Toftum og Janet Nørregaard tann 22. oktober 2015 í samband við kunngerð um skipan av veiðu eftir svartkjafti 2015 - 2017, sum ikki hevur verið frammi alment og sum Norðlýsið eftirfylgjandi hevur fingið noktað innlit í frá Fiskimálaráðnum. Uppritið er skrivað beint eftir at Høgni Hoydal tók við sum landstýrismaður og í uppritinum verður ávarað ímóti at landstýrismaðurin ætlar at lata so nógv skip sum gjørligt sleppa at fiskað svartkjaft.

Sambært tí sum kanningarstjórin læs upp úr uppritinum, var víst á at ætlanin hjá landstýrismanninum gekk ímóti fráboðaða politikkinum hjá nýggja landstýrinum og ímóti niðurstøðuni hjá løgtingsins umboðsmanni. Í uppritinum var samstundis staðfest at útlutingin kundi fáa óhepnar fylgir tá man jú læt upp fyri at luta fiskatilfeingið út á skip, sum ikki kundu ella vóru útgjørd at fiska júst nevnda tilfeingið.  Her varð víst á, at trupulleikar kundi standast av nógvum umsóknum um at flyta veiðiloyvi tá ið talan var um eina felagskvotu, og eisini verður nevnt, at línuskipini eru í eini serstøðu. (Red: Av tí at vit ikki hava fingið innlit í nevnda upprit, skal hetta sum vit endurgeva frá upplestrinum hjá kanningarstjóranum úr nevnda uppritið, takast við fyrivarni).

Tosað var aftur og fram um lýsta trupuleikan, men landstýrismaðurin vardi seg við m.a. hesi útsøgnini:

- Tað er munur á um eg útluti til tín sum eginkvotu, segði hann meðan hann hugdi uppá advokatin hjá løgmanni, ella um eg útluti tað sum felagskvotu til okkum øll. Tað er stórur munur á at gera eitt býti og at útluta á bólkar av skipum ella á skip við eginkvotum og so at útluta sum eina felagskvotu til øll.      

(Red: Tann 12. November 2015 boðaði landstýrismaðurin frá at Føroyar hava tikið avgerð um at hækka kvotuna, ið latin verður føroyskum skipum, við tilsamans 143.000 tonsum. Av hækkingini verða 23.000 tons sett av til svartkjaftaskipini. Hesi skip hava áður í 2015 fingið 200.000 tons tillutað, og harvið verður kvotan 223.000 tons hjá hesum skipum í 2015. Orsakað av hesi serligu støðuni í 2015 verða 120.000 tons av hækkingini sett sum felagskvota, ið øll føroysk fiskifør við veiðiloyvi kunna gagnnýta.)

 

Kanningin er ikki avmarkað í tíð

Norðlýsið spurdi kanningarstjóran, Kristinu Samuelsen, um hvussu langt aftur í tíðina hon fór við kanningini.

- Eg kanni ikki embætisførðsluna hjá øðrum landsstýrismonnum, men eldri skjøl, frá tíðarskeiðnum áðrenn Høgni Hoydal gjørdist landsstýrismaður, kunnu hava týdning fyri málið sum eg kanni.

 

SÍ kanningarsetningin her

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…
Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á…
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…
Føroysk skip fáa tillutað royndarkvotu í…
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Føroysk rokksøga í KVF
Norðlysið á gøtuni
Bankarnir hava nóg mikið av gjaldføri
Sølan hækkaði 8% - tøkugjaldið 295%