Tíggjutals skjøl trúnaðarstemplaði í Fiskimálarráðnum
Undir avhoyringini av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum í Føroya Rætti týsdagin, læs kanningarstjórinum burtur úr skjølum, sum hava verið stemplaði loynilig og sum Fiskimálaráðið framvegis noktar fyri at lata almenninginum
Kristina Samuelsen, sum løgtingið setti at kannað politisku og fyrisitingarligu umsitingina av veiðuloyvum í Fiskimálaráðnum, læs burtur úr uppritið sum ávaraði Landsstýrismannin ímóti at býta út svartkjaft sum felagskvota. Sambært uppritinum:
…… upprit um broyting av kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017. Uppritið er frá mai 2017……
var sagt at útlutingin av svartkjaftinum til fiskifør sum ikki vóru útgjørd ella høvdu møguleika at fiskað svartkjaft var ósaklig og vísti til niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum.
Eftir rættarfundin bað Norðlýsið Fiskimálaráðið um innlit í nevndu skjøl, men ráðið noktar framvegis, við tí grundgeving at tey ikki eru fevnd av innlitslóggávuni.
Svar frá Fiskimálaráðnum til Norðlýsið tann 13. Desember 2017.
Tú hevur í telduposti frá 10. og 13. desember biðið um innlit í tey skjøl, sum eru latin kanningarstjóranum, og sum eru stemplaði loynilig. ….. Í telduposti frá 19. desember hevur tú eisini biðið um innlit í eitt upprit, "sum m.a. vísti á at tað kundi føra til óhepnar avleiðingar og at hesin útlutingarhátturin (at deila svartkjaft út til skip sum ikki vóru útgjørd til slíkan fiskiskap) var í stríð við niðurstøðuna hjá løgtingsins umboðsmanni og ætlaða politikkin hjá landsstýrinum." Hetta er upprit frá mai 2017 um broyting av kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017. Hetta upprit er eitt av teimum skjølum, sum tú longu hevur biðið um innlit í, og verður tað viðgjørt niðanfyri.
Viðvíkjandi skjølunum, sum eru stemplaði "í trúnaði", skal eg tó gera vart við, at talan er um innanhýsis arbeiðsskjøl, og ikki skjøl, sum innihalda trúnaðarupplýsingar. Hesi eru stemplaði "í trúnaði", fyri at gera Kristinu Samuelsen, kanningarstjóra, varuga við, at talan var um innanhýsis skjøl. At skjølini eru stemplaði "í trúnaði" er tó ein feilur, tí talan sum sagt er ikki um trúnðaðarupplýsingar.
Viðvíkjandi rættinum til skjalainnlit fevnir hesin rættur ikki um innanhýsis arbeiðsskjøl sambært § 7 í lógini um innlit í fyrisitingina, uttanso talan er um upplýsingar, sum eru fevndir av § 8 ella § 11, stk. 1 í somu lóg. Skjølini innihalda tó ikki upplýsingar, sum innlit skal gevast í sambært § 8 ella § 11, stk. 1. Innlit verður tí ikki givið í hesi skjøl, tó undantikið lýsingina av innanhýsis arbeiðsskjølum niðanfyri.
Talan er um hesi skjøl:
- teldupostur frá aðalstjóranum til landsstýrismannin tann 30. mai 2017 um ávegis gongdina í málinum um flyting av veiðiloyvum
- frágreiðing/lýsing frá aðalstjóranum 18. juni 2017 um flytingin av veiðiloyvum frá línuskipum á ídnaðarksip í 2016 og 2017
- frágreiðing frá deildarstjóra í Fiskivinnustovuni, 12. juni 2017 um ymisk viðurskifti í sambandi við veiðiloyvi hjá línuskipum síðani 2012 eru flutt á uppsjóvarskip
- Viðmerkingar frá deildarstjóra í Fiskivinnustovuni, 15. juni 2017 um ávísar hendingar í sambandi við veiðiloyvi hjá línuskipum síðani 2012 eru flutt á uppsjóvarskip
- frágreiðing frá løgfrøðingi í Fiskimálaráðnum frá fundi 16. januar 2015 um álitið hjá Løgtingsins Umboðsmanni viðvíkjandi klagu um sýtan av loyvi at fiska makrel
- lýsing frá løgfrøðingi í Fiskimálaráðnum frá 11. desesmber 2014 av spurningum, sum standast av álitinum hjá Løgtingsins Umboðsmanni frá 2014
- lýsing av gongdini í málinum um flyting og annullering av veiðiloyvum í 2017. Tað framgongur ikki, hvør hevur skrivað, og tað er ikki dagfest.
- teldupostur frá landsstýrismanninum til aðalstjóran tann 30. mai 2017 um status í málinum um flyting av veiðiloyvi í 2017
- teldupostur frá deildarstjóra í Fiskivinnustovuni til landsstýrismannin og aðalstjóran 9. juni 2017 um kunning av landsstýrismanninum í málum um flyting av veiðiloyvum
- teldupostur frá landsstýrismanninum 19. juni 2017 til aðalstjóra, deildarstjóra í Fiskivinnustovuni, og løgfrøðingar í Fiskimálaráðnum um frágreiðingina um flyting av veiðiloyvum, tað almennu og til løgmann
- teldupostur frá løgfrøðingi til landsstýrismannin 7. juni 2017 um skjøl í málinum viðv. flyting av veiðiloyvum
- upprit um broyting av kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017. Uppritið er frá mai 2017
- teldupostur frá 3. mai 2017 frá fulltrúa í Fiskivinnustovuni til landsstýrismannin um uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017
- upprit frá 22. oktober 2015 um ætlanir at broyta skipanina í fiskiskapinum eftir svartkjafti í 2015
- notat frá løgføðingi í Fiskimálaráðnum, dagf. 19. september 2011 viðvíkjandi fiskiorku við serligum atliti at bólki 3 v.m.
- upprit frá 25. februar 2011 um flyting av veiðiloyvinum hjá m/s Roc Amadour yvir á m/s Farið
- frágreiðing frá Jóhan Dahl frá 25. september til landsstýrið um at broyta áseting í kunngerð av fiskiorku og mannagongd, tá veiðiloyvi verða flutt millum fiskifør 15 tons og størri
- Teldupostur frá løgfrøðingi í Fiskimálaráðnum til journalleiðaran um at upprætta eitt mál
Viðvíkjandi meirinnliti sambært § 4, stk. 1, 2. pkt. í lógini um innlit í fyrisitingina er útgangsstøði, at meirinnlit verður ikki givið í innanhýsis arbeiðsskjøl, og tað sæst ikki at vera umstøður í hesum máli, sum geva grundarlag fyri at víkja frá hesum.