Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Musikkstevnan 2018 í Klaksvík í ár

Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther

Í gjár varð árliga musikkstevnan fyri horn- og harmoniorkestini í Føroyum hildin í Klaksvík. Stevnan var í Miðhøllini á Skúlatrøð, har Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs setti stevnuna.

Fyrsta stevnan var hildin í Vestmanna í 1966, árið eftir var hon í Klaksvík, so í Havn og øll orkestrini hava síðani verið vertir fyri stevnuni eftir tørni – hetta er 52. árið á rað, at musikkstevna er, og 8. ferðin at hon er í Klaksvík.

Í ár var eitt orkestur úr danmark, Christianshavn Brass Band, sum Andras Olsen er leiðari fyri, við – Eisini spæla fleiri føringar, sum í flestum føri lesa niðri, við í hesum orkestri. Tey vóru 29 spælarar við í ferðini

 

Raðfylgjan var henda:

Klaksvíkar Hornorkestur

Fuglafjarðar hornorkestur

GHM

Christianshavn Brass Band

Nes Sóknar Musikkfelag

Eiðis Ljómfelag

Sørvágs Tónleikarafelag

Tvøroyrar Hornorkestur

Havnar Hornorkestur

 

Ovi Olsen, sum hevur stjórnað Havnar Hornorkestri í 40 ár, varð í mars í ár heiðraður sum og gjørdist heiðurslimur í orkestrinum. Sama hendi í dag, har formaðurin í Meginfelagnum fyri hornorkestrini, Heini Nygaard handaði Ova Olsen ársins herðaklapp vegna felagið – Ovi gjørdist týðiliga rørdur.

Tá íð musikkstevnan var liðug, fóru øll orkestrini útum – norðanfyri skúlan á Skúlatrøð, har tey spældu Our Director, sum siður er á musikkstevnunum.

Ein frálík musikkstevna, sum enn einaferð vísti, at orkestrini stigvíst hækka í støði ár undan ári.