So hendi tað aftur. Sam skal farmatúr í kvøld og allan morgin, so her verður ongin sigling meir í dag og í morgin er tað Sildberin, til Sam kemur aftur í annakvøld. Kunningin var ein sms, skrivar ein sera ónøgdur borgari í Kalsoynni á sínum facebook vanga ígjár.
Tann 10. apríl skrivaðu vit um at Strandferðslan ikki virðir Kalsoyingar syndarligt. Uttan ávaring verður Sam tikin úr sigling og Sildberin settur í staðin. Í gjár hendi tað aftur.
Hesaferð er tað Herfrí Sørensen, býráðslimur í Klaksvíkar kommunu, sum gevur ilt av sær á sínum facebook vanga.
Hon skrivar soleiðis:
So hendi tað aftur. Sam skal farmatúr í kvøld og allan morgin, so her verður ongin sigling meir í dag og í morgin er tað Sildberin, til Sam kemur aftur í annaðkvøld. Fleiri fóru í land aftur kl. 14 túrin, tí annars blivu tey náttstaðin í oynni. Kunningin var eitt sms kl. 14.55, og seinasti túrur var nú 17.15.
Sjálvi skula vit í brúðleyp í Lorvík í morgin, men bilin fáa vit ikki yvirum, man blívur svakur av hesið líkasæluni.
Havi ígjøgnum fleiri ár skriva til ssl og kommununa, men tað hjálpir lítið, tey sum ikki hava brúk fyri ferjum skilja ikki trupulleikan.



