Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

KÍ nú fýra stig fremst í 1.deild

Jákup Ósá

KÍ vann toppdystin í 1.deild í kvøld.

KÍ vann 2-0 á B68 í 1.deild í dag. Sigurin merkir, at KÍ er fýra stig frammanfyri nummar tvey, sum framvegis er B68 eftir, at NSÍ og ÍF spældu javnleik í dag.

 

Í einum jøvnum dysti, har liðini skiftust um at hava yvirvág og skapa møguleikar, vann KÍ 2-0 á B68 í toppdystinum í 1.deild. Jonn Johannessen legði KÍ á odda og í seinna hálvleiki økti Eivin Sørensen eftir gott upplegg frá Hjalgrím Elttør. 

 

Eftir dagsins úrslit er KÍ fýra stig frammanfyri nummar tvey.