Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Forvitnislig kvøldskúlaframsýning í skúlanum við Ósanna

Oliver Joensen

Tey eru mong, ið royna síni evni í kvøldskúlanum og hondarbeiðsskúlanum. Nógv verður greitt úr hondum og tað eru tey, ið sýna fram á hvørjum ári. Hondarbeiðsskúlin fyllir nógv, tí sera stórur áhugi er fyri føroysku klæðunum eins og hondarbeiði annars. Forvitnisligt var eisini at síggja skipini í “skipasmiðirnir” høvdu evnað til. Pyntlutirnir eru altíð forvitnisligir at síggja, bæði teir til persónligt pynd og tað til heimið. Men “genbrug” tingini vóru ikki minst áhugaverd, har eitt nú sement kann brúkast til prýðislutir.

Málningalist var eisini á framsýningini, eins og skipað var fyri “catwalk” við føroyskum klæðum. Alt í alt sera áhugavert, ikki minst sangundirhaldið sum bólkurin “Suð” stóð fyri.

Niðanfyri myndir frá kvøldinum: