Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bíða eftir viðmerkingum

John William Joensen

Norðlýsið hevur roynt at fingið viðmerkingar frá Kommununi, men tað hevur enn ikki eydnast.

Myndatekstur:  Tann 21. februar í ár varð henda myndin tikin í sambandi við at Klaksvikar Kommuna sendi út tíðindaskriv, at nú var sáttmáli undirskrivaður við Kanjon. Arbeiði sum talan er um er at byggja eina park á økinum, sum er beint niðanfyri Norðoya Sparikassa frá Vágsbø og yvir í Akursmørk. Byrjað var tó ikki fyrr enn í seinastu viku uppá útgrevsturin.

Frá vinstru: Óla Jákup Bech, tekniskur stjóri, Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis og býarskipanarnevndini, Kjartan Hansen, stjóri í Kanjon og Jógvan Skorheim borgarstjóra.

 

Nakað undan middegi fingu vit fatur á Óla Jákup Beck, sum er tekniskur stjóri í Klaksvíkar Kommunu, og hóast hann harmaðist um støðuna vildi hann ikki viðmerkja og vísti til borgarstjóran.

Formaðurin í kommunalu býar- og byggiskipanarnevndini, Kristian Eli Zachariasen, bar seg undan at gera viðmerkingar til hann visti meira um málið.

Borgarstjórin hevur verið upptikin og vit vænta at fáa eina viðmerking frá honum seinri í dag.