Norðsøki fer helst onkran túrin afturat í mei. Líðhamar riggar av. Grímur Lassen sigur, at Líðhamar verður nú upp pussaður og skal helst ein túr upp á beding, annars lúra teir eftir einum túri til Íslands í mei. Vanligt hevur annars verið at fara á snelluveiðu undir Íslandi um Norðoyastevnutíðina. Bragd er farin við monofilamentlínuni, (sponglínu) út á djúpari vatn, helst eftir longu brosmu og kalva.
Grímur Lassen sigur annars, at veturin royndist ikki so væl sum væntað, men nú upp undir endan var bara brúkiligt fiskarí. Tað sær út til at fiskurin tekur ikki agn. Nógvur fiskur sýnist at vera, trolararnir hava fingið sera nógv og tað skrivar allastaðni, men tað hevur ikki rættuliga bragdað við línuni.



