Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Útlendingar strandaðir á Stongunum

Jóhann Lützen

Póllendingar, Australiufólk, Tjekkar og Noregsfólk standa í løtuni á ferjuleguni á Stongunum sum stór spurnartekin og vita hvørki eitt ella annað

Norðlýsið fór framvið ferjuleguna á Stongunum, har bilarøðin gerst alsamt størri og størri. Strandferðslan tók SAM úr sigling í dag og ongin veit nakað sum heilt. Hvørki tey lokalu og eiheldur mongu ferðfólkini, sum hava brúkt tíð, orku og pengar at tilrættaleggja túrin til Føroyar. 

Tey vórðu skjót at frætta nýtt, tá Norðlýsið kom á ferjuleguna at kannað umstøðurnar. Tey upplýstu hvar tey komu frá. Heilt úr Avstraliu, Tjekkia og Póllandi umframt eitt eldri par úr Noregi. 

Tey gleddu seg at vitja Kópakonuna og Fýrin á Kallinum, men tey komu ikki longur enn norð til Stengurnar. 

Hvat tey hildu um at verða strandaði at ferjuleguni, skal ikki borðreiðast við her, men eitt smíl fekst tó á teirra varrar, tá vit tóku mynd av teimum.