Eftir ætlan, so skuldi Klaksvíkar Kommuna fara undir at arbeiða við útstykkingini á Fossum, sum politikarar fóru á val upp á í 2016.
3,5 milliónir krónur eru avsettar á fíggjarlógini í ár til at fara undir hesa verkætlanina. Men sum sæst á skránni fyri býráðsfundin komandi í kvøld, so verður onki arbeiði gjørt við sjálva útstykkingina har í hvussu so er í ár. Í besta fall er óvist um nakað verður gjørt, tí peningurin verður nú tikin til ábøtur ymsa staðni kring um í býnum.
Sagt verður í tilráðingini til býráðsfundin at trupulleikar eru við at eitt nú at peningurin, ið avsettur er til at ognartaka til útstykkingina helst ikki fer at røkka til, tí skal málið fyri aftur býráðsfund seinni. Men nú verður so lagt upp til, at brúka tað, sum er avsett til Niðan Horn og aðrastaðni í býnum.
Býráðsfundurin byrjar kl. 17.30 og er almennur.



