Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðlýsið og Local.fo geva út blað til ferðafólk

Jóhann Lützen

Norðlýsið og Local.fo, ið ger føroysk tíðindi á enskum, eru komin ásamt um at geva út eitt blað, hvørs endamál er at røkka ferðafólki, ið koma til Føroya.

Ætlanin er, at blaðið skal innihalda eina røð av greinum, ið koma at geva ferðafólki eitt gott innlit í føroysk samfelagsviðurskifti.

”Hetta er ein gyltur møguleiki hjá lýsarum í Føroyum at røkka útlendskum ferðafólki. Ætlanin, sum nú er, er at geva út tvey bløð í summar, og næsta summar er ætlanin at geva út enn fleiri bløð”, sigur Jóhann Lützen, stjóri í Norðlýsinum.

Torleif Joensen, ein av eigarunum í Local.fo, leggur aftrat: ”Tað hevur altíð verið okkara málsetningur á Local.fo at geva út eitt blað sum hetta, og eru vit glaðir fyri at arbeiða saman við Jóhann og teimum á Norðlýsinum. Vit eru eisini glaðir fyri at geva útlendskum ferðafólki møguleikan at ogna sær eitt gott innlit í tað føroyska samfelagið.

Tað fyrsta blaðið kemur út í næstum og verður at fáa ókeypis í støðum kring landið, har nógv ferðafólk eru.