Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Alifyritøkan Luna bestu “lúsatølini”

John William Joensen

Í 2017 lýsti landsstýrismaðurin í Vinnnumálum kunngerð, sum álegði alivinnuni at almannakunngera tali á lúsum í ymisku alibrúkunum kring landið. Síðan kunngerðin fekk virkið á heysti 2017 til dagin í dag sæst at alifyritøkan Luna hevur klára seg nógv best hetta tíðarskeiðið

Á portalinum sum Heilufrøðiliga Starvstovan rekur kann almenningurin síggja lúsa-tølini fyri einstøku firðirnar og eisini nøgdirnar av heilivági, sum hvørt einstakt alibrúk nýtir.

 Til ber at seta upp tølini á ymiskan hátt og á hesari slógini ber til at síggja hvørjar alifyritøkur hava flestu lýsnar

TRÝST HER

Royndirnar gera munin

Atli Gregersen, stjóri í Luna, fegnast um góðu tølini hjá teimum, og sigur at tey eru úrslit av miðvísum arbeiði.

Vit hava í mong ár lagt stóran dent á at verja fiskin móti lús og góða úrslitið, sum vit síggja í dag úrslitið kemur fyrst og fremst av egnum royndum.
Vit hava m.a. lagt okkum eftir at ansa eftir støddini á einstøku smáltunum tá tey verða sett út og samstundis lagt okkum eftir at fingið eina holla vitan um hvussu tey ymisku aliøkini eru. Hesa vitan brúka vit tá vit avgera hvar fiskurin verður settur út, hvørja árstíð hetta verður gjørt og hvussu stórar nøgdir vit seta út í ymisku økjunum. Harafturat hava royndirnar við roynkilsum verið sera væl eydnaðar.
Men hetta er ein áhaldandi bardagi og vit vita at hetta kann broytast ógvuliga skjótt. M.a. kann eg nevna, at tá fiskurin hevur staðið leingið á Sørvágsfirði fara lúsa-tølini at vaksa. So seinri í ár verða tølini fyri alibrúki í Sørvági ikki so pen sum nú.

Áhugaverd tøl 

Tølini á alifiskið eru sera stór og størsta miðsavningin av alilaksi í Føroyum er í suður økinum í Hvannasundi. Heili 2,6 mió. laksar gingu í ringunum út fyri Norðtoftir á Borðoynni og Yvir á Rætt á Viðoynni tann 31/12-2017. Í hesum sama økið gingu 2,4 fiskar í ringunum pr. 30. apríl í ár.