Dagurin nærkast tá frælsi ítrótturin loksins fær virðiligar umstøður í Klaksvík.
Í dag kl. 14 verða tilboðini latin upp í býráðshúsunum. Samstundis kann føroya størsta fótbóltsfelag KÍ síggja fram til ein fótbóltsvøll afturat fyri at fáa nøktandi venjingarumstøður.
Klakvíkar Býráð hevur í 2018 sett 9 milliónir av til verkætlanina og eftir ætlan skal rennibreytin við fótbóltsvøllinum standa klár at taka í nýtslu í 2019.



