Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinasta Eldrasamkoma í Betesda áðrenn summarsteðgin

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 25. mai kl. 15 verður Eldrasamkoma í Betesda. Hetta verður seinasta Eldrasamkoman áðrenn summarsteðgin.

Tá fer Svend Sivertsen at greiða frá, hvussu tað var at vaksa upp í einum trúboðaraheimi. Eisini verður pápi hansara, Hans Sivertsen, sum hevur verið trúboðari í Grønlandi í slaka hálva øld til staðar, og høvið verður eisini at heilsa uppá hann.

17 Sangarar sum fara í juni mánað til Grønlands at ferðast við “Juvel II” einar 10 dagar, fara eisini at syngja á Eldrasamkomuni.

Felagssangur og hugnaprát verður og ein drekkamuður.