Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Varð Grønland koloni í 1946?

Zakarias Wang

Tađ eydnađist danska forsætisráðharranum tann 24. september 1946 at fella stjórnina hjá Thorstein Petersen í Vesturríki. Hetta var gjørt við at upploysa løgtingiđ. Men danska stjórnin visti alt ov væl, at fólkarættarliga og ríkisrættarliga støđan var óbroytt. Ríkjafelagsskapurin var tann sami, og tí kundi ikki komast uttanum, at viđ fólkaatkvøđuni tann 14. september 1946, høvdu teir veljararnir í Vesturríki, iđ høvdu valrætt, sagt ja takk til tilbođiđ frá donsku stjórnini um at taka uniónina av. Tað var donsku stjórnini greitt, at hon ongan rætt hevđi til at leggja seg upp í innanhýsis viđurskifti í Vesturríki, ei heldur kundi danska stjórnin taka uttanríkispolitiskar avgerđir uttan góđkenning frá vesturríksku stjórnini til tey stig, iđ talan var um.

Tađ, iđ danska stjórnin nú setti sær fyri, var einki minni enn fullkomiliga at skúgva til viks bæđi ríkisrætt og fólkarætt, og halda á viđ at leggja seg út í innanhýsis viđurskiftini í Vesturríki uttan ađra heimild enn statskvettiđ, Moltke setti í verk 22. mars 1848. Henda verkætlan tók við sætta dagin eftir at fólkaatkvøđan hevđi verđiđ. Tá tók danski forsætisráđharrin undir við einum brævi, sum varð lisið upp fyri honum í telefonini. Hetta bræv hevđi Andreas Møller, aðalstjóri í forsætisráðnum, orðađ til Føroya løgting. Í hesum brævi var bođað frá, at loyviđ ikki bleiv giviđ til at seta á stovn ta stjórn, iđ Vesturríki hevđi havt rætt til at fingið líka síđani 22. mars 1848. Viđ tađ, at íbúgvararnir í Vesturríki eftir fólkaatkvøđuna hildu fast um sín rætt, varđ løgtingiđ sent heim viđ hernađarligari uppílegging eins og íslendska tingiđ bleiv tađ tann 9. avgust 1851. Samstundis helt danska stjórnin fram við síni fólkarættarligu óløgligu uppílegging í Vesturríki. Danskir embætismenn hildu fram viđ at starva í Vesturríki, kongligi einahandilin var framhaldandi virkin í Grønlandi og fólkarættarandsagnarligu stuđulsveitingarnar hildu fram viđ at skola yvir Føroyar. Endamáliđ viđ hesi fólkarættarligu óløgligu uppílegging í viđurskiftini í Vesturríki var at fáa undirtøku fyri hesum ólógliga atburði. At øll henda uppílegging var brot á galdandi samveldissáttmála, fekk ikki donsku stjórnina at broyta kós í politikki sínum mótvegis Vesturríki.

Greitt er, at úrslitið av fólkaatkvøðuni var ein hvøkkur fyri ta donsku stjórnina Tann fólkaatkvøða, hon hevði heimilað tann 14. september 1946, vrakađi jú uniónina viđ Danmørk. Stjórnin noyddist at viðurkenna, at tað, at Thorstein Petersen hevði lagt í vaðið at stríðast fyri sjálvstýri, nú hevði ført viđ sær, at alt Vesturríki, bæđi Føroyar og Grønland, fóru úr uniónini. Viđ ringum tannabiti noyddist danska stjórnin at viðurkenna, at hon ikki hevđi verđiđ nóg rótføst í sínum ”divide et imperia” politikki í Vesturríki. Nú kundi hon ímynda sær, hvussu støđan hevđi verđiđ, um eitt nú grønlendingar funnu útav, at teir als ikki vóru uttan rætt, men vóru javnsettir borgarar í Vesturríki og vóru meiriluti í hesum ríki. Fyri ikki um at tala, um grønlendarar og føroyingar eisini fingu at vita, at teir vóru á jøvnum føti viđ Danmarkar ríki.

Ein mađur í donsku stjórnini var alkunnigur viđ øll hesi vandamál. Hesin var uttanríkisráđharrin Gustav Rasmussen. Hann fór til verka ímóti øllum fólkarætti fyri at villleiđa grønlendingar og føroyingar.

Í november 1946, tveir mánar eftir fólkaatkvøđuna, vendi danska uttanríkisráđiđ sær til Sameindu Tjóðirnar og bođađi frá, at Teir donsku Statirnir høvdu eitt ikki-sjálvstýrandi landøki handan hav, sum æt Grønland.

Men hvørja heimild hevđi Gustav Rasmussen til at taka hetta stig?

Tað hevur uttan iva verið donsku stjórnini greitt, at frábođanin var í andsøgn viđ fólkarættin. Hetta stigiđ, iđ uttanríkisráđharrin her tók, átti sambært uniónssáttmálanum at verið lagt fyri stjórnirnar í Vesturríki og Danmørk. Høvdu tær verið samdar, kundi fráboðanin verið send til ST. 

Men tađ var ikki bert frábođað, at Grønland var ein koloni, men eisini, at Grønland var ein donsk koloni. Men hvussu kundi Grønland, iđ var meirilutatjóđin í Vesturríki, sum var eitt egiđ ríki, á jøvnum føti viđ Danmørk, yvirhøvur vera ein koloni? Og nær og á hvønn hátt var hetta hent? Enn hevur eingin verđiđ førur fyri at greitt frá hesum. Í altjóða dómstólinum í Haag 1933 segði sjálvt danski dómarin, at Grønland var ein partur av Noreg í 1814 og at rættarstøða tess var óbroytt síðani. 

Men endamáliđ hjá Gustav Rasmussen var uttan iva at forđa fyri, at samstarv kom í lag millum føroyingar og grønlendingar. Nú eftir fólkaatkvøðuna skuldu nýggjar samráđingar verða viđ føroyska løgtingiđ, og tí var sera týdningarmikiđ fyri donsku stjórnina at forđa fyri, at føroyingar og grønlendingar komu at standa saman í hesum máli. Um tađ hevđi hent, so var stórur vandi fyri, at føroyingar og grønlendingar funnu út av, at teir høvdu eina sera sterka løgfrøđiliga støđu á jøvnum føti viđ Danmørk. Men um nú danska stjórnin fekk spjatt londini í Vesturríki, so kundu londini berjast niđur hvør sær, tí avbyrgd frá hvørjum øðrum høvdu tey einki rættarkrav.

Hvørki grønlendingar ella føroyingar fingu at vita um tann yvirgang, teimum var fyri í handan tjøld í samspælinum millum ST og donsku stjórnina. Men viđ tađ, at hetta, sum fór fram, var í andsøgn viđ fólkarættin, broytti hetta tí ikki fólkarættarligu støđuna hjá Vesturríki. Talan var tó um eina álvarsliga uppílegging í innanhýsis viđurskiftini í Vesturríki, og hevđi danska stjórnin alla ábyrgd av henni, tí viđ at undirrita uniónssáttmálan tann 29. avgust 1450 hevði danska stjórnin bundið seg til ikki at gera tað, sum hon gjørdi, tá hon í november 1946 lýsti fyri heimssamfelagnum, at Grønland – ein partur av einum ríki, sum var javningur Danmarkar – var ein koloni. Viđ tađ, at danska stjórnin hevđi forđað Vesturríki í at taka seg úr uniónini tann 24. september 1946, hóast danska stjórnin hevði givið tilsøgn um at virða fólkaatkvøðuna, var uniónssáttmálin tí framvegis galdandi, og eftir honum hevđi danska stjórnin als ikki loyvi til at senda hesa frábođan til FN.