Í sambandi við vísindaligar rannsóknir av makrelstovninum í summar, søkir Havstovan eftir nótaskipi at gera rannsóknirnar, sum verða fíggjaðar við granskingarkvotu.
Upp til 1.900 tons av makreli eru sett av at fíggja rannsóknirnar.
Kvotan kann fiskast í føroyskum ella altjóða sjógvi, og verður latin sum egin árskvota sambært § 61 í lógini um fyrisiting av sjófeingi í 2017.



