Og nei, tað er ikki Champions League finalan millum Liverpool og Real Madrid í Kiev kl. 19.45 í kvøld. Dysturin verður leiktur á Wembley í Onglandi og byrjar kl. 17.00
Verður hugt at øllum fótbóltsdystum í heiminum, so er tað ein sum er meira verdur enn allir aðrir. Og tað er play-off finalan í The Championsship í Onglandi. Hesin dystur ger av hvat lið flytir upp í Premier League sum triðbesta lið í næstbestu deildini í Onglandi.
Liðini í play-off finaluni eru Fulham og Aston Villa.
Sambært Sky Sports vil vinnarin av dystinum millum Fulham og Aston Villa í minsta lagi kunna seta 1,4 mia. kr inn á kontoina. Enski miðilin leggur aftrat at upphæddin kann verða heilar 2,5 mia. kr.
Til samanberingar vil vinnarin av Chamipons League finaluni í Kiev í kvøld “einans” kunna seta slakar 600 mió kr. á bók.



