Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ein langan túr eysturi á fjøllum

Oliver Joensen

 

Í gjárkvøldið gjørdu vit av, tríggir mans, at ganga ein leingið ætlaðan túr á kvøldi niðan Gravardal og eystur eftir Oyrafjalli.

Hetta var eitt tak hjá mær, tí eg eri eingin ársungi longur. Túrurin niðan Kvígingaskarð gjørdist drúgvur, út ímóti hálvum øðrum tíma. Hetta er eitt strekki, sum yngri menn helst ikki brúka meira enn lítlan tíma um. Men hinvegin, so vóru vit farnir ein hugna og fototúr, so nógv prát og nógvar eygleiðingar bleiv túrurin til.

Eystur eftir Oyrafjalli gekk á sama hátt. Nógv prát og njóting av okkara ótrúligu náttúru í skýming. Heilir fimm tímar gingu, til vit vóru í Skúvadalshúsinum um miðnáttina. Vit gjørdu skjótt av, koyrdu ræst kjøt í ovnin, og so eystur á “Vatnið við hólmanum”, at vita um nakað síl fekst við tráðuni.

Túrurin var ótrúliga forkunnugur og vakur. Eftir ein myrkan vetur er tað balsam fyri sálina at leita sær út í okkara ótrúliga vøkru nátturu eina nátt hesa ljósu tíðina.

Her nakrar myndir frá túrinum: