Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Summarið byrjar í Klaksvík

Jóhann Lützen

Summarið byrjar á Norðoyastevnu og endar á Summarfestivalinum. Tá væl vil til, so heldur tað áfram til Sjómannadagin. Men ið hvussu er verða bæði startskotið og endafýrverkið skotið av í Klaksvík. Komandi viku- og mánaðarskifti mai/juni byrjar ársins fyrsta summarstevna so, og er hetta tann 84. norðoyastevnan í røðini.

Klaksvíkin heldur bara áfram at menna seg á øllum økjum. Fólkatalið er í vøkstri, og saman við Bústøðum hevur Klaksvík við Biskupstorgi tikið eitt tað størsta stigið í landinum til at svølgja vaksandi fólkatalið. Hóast norðoyingar ikki eru álvuligir við fiskivinnunýskipanina, fara teir ikki at góðtaka at deyðin stendur í durunum, men bretta upp ermar fyri at taka ímóti avbjóðingunum.

Hetta er eitt tað fremsta eyðkennið við Klaksvík. Klaksvíkingar vilja ikki leggja kongin hóast mótgongd. Tá kreppan í 90’unum leikaði harðast á, tóku klaksvíkingar lógvatak og lótu m.a. Kósina uppaftur. Bankarnir í miðstaðarøkinum fóru á húsagang, ein fyri og annar eftir, men lokali sparikassin í Klaksvík helt tørn og reið stormin av. Og keypið av Christiani í Grótinum í 1997 var markeraði endan av kreppuni.

Sagt hevur verið, at tónleikalívið í Klaksvík hevur verið deytt. Tað var kanska satt eina stutta tíð, men talan var um ein aldudal, ikki nakran deyða. Tónleikalívið blómaði fyrr, og blómar nú aftur. Í ítróttinum sæst tað sama; aldudalar hava verið, men nú eru ítróttarfeløgini í Klaksvík væl við aftur. Og við kappróðrinum fæst sjón fyri søgn leygardagin um, hvussu væl ódnartøkini undir venjing hava hildnast.

Um vit stutt tríva í Norðoyastevnuskránna, so sæst, at har verður nýtt og gott gamalt – sum altíð. Skráin er bæði trygg og dygg samstundis. Á mentanarøkinum verður forkunnugt bókakvøld á Klaksvíkar Bókasavni hóskvøldið kl. 19, í Spaniastovu verður legendukvøld við The Birds við samrøðum og tónleiki, á ítróttarøkinum góða gamla kondibingo’ið og Föroya Bjór-renningin ávikavist fríggjakvøldið kl. 18:30 og leygardagin kl. 11, umframt sjálvsagt tey bæði stóru brakini, kappróðurin leygardagin og fótbóltsdysturin í fremstu mansdeildini sunnudagin. Somuleiðis verður sang- og harmonikukvøld í Skálanum fríggjakvøldið.

Her verður sjálvsagt ógjørligt at fara ígjøgnum alla skránna, men í tráð við tað omanfyristandandi er vert at draga fram, at eftir at hava ligið í einum aldudali og verið nakað óstøðugt onkur ár, er góða gamla Norðoyastevnuteitið komið aftur. Hallarkabarett hevur verið í nøkur ár, og øll munnu vóna, at ta góðu undirtøkuna, sum kabarettin fekk, fer teitið eisini at fáa.

Hæddarpunktið á Norðoyastevnu hevur øll árini verið midnáttarrøðan í Vágstúni. Hetta hæddarpunktið var í 90’unum so stórt, at dansistøðini lótu aftur 23:30 og uppaftur kl. 00:30 ella 01, fyri at stevnufólkið kundi fáa tað við. Í ár verður tað ongin minni enn marglistarmaðurin Steintór Rasmussen, ið fer at halda midnáttarrøðuna. Øll í Klaksvík og kanska tey flestu í Føroyum munnu vita, hvør Steintór er, og í 2018 hevur hann bæði móttikið Listarvirðisløn Nólsoyar Páls, eins og hann hevur givið eina bók, Horvna Rósan, út.

At síggja til verður talan um eina siðbundna norðoyastevnu, sum kortini hevur fleiri nýggj, forkunnug ískoyti. Veðurgudarnir tykjast vera við uppá tað; nakað av sirmi kann væntast hósdagin, men turt og nakað av sól kann væntast fríggja- og leygardagin.

Norðlýsið ynskir øllum lesarum eina góða norðoyastevnu og boðar øllum at vera vælkomnum til Klaksvíkar!