Tað tykist ikki vera nakar ivi á sjónbandaupptøkunum, at Páll A. Klettskarð skoraði tvey mál fyri KÍ móti Víkingi. Men dómaraseðilin sigur nakað annað.
Tað fyrra málið er skrásett sum sjálvmál av Dennis Moreno hjá Víkingi. Hetta málið kom í fyrra hálvleiki, tá Boris Dosljak sendi innlegg, sum Páll at síggja til skallaði í málið. Á Rás 2 eftir dystin greiddi Páll eisini frá, hvussu hann skoraði hetta málið eins og sjónbandaupptøkurnar stuðla hesum.
Men dómaraseðilin sigur framvegis sjálvmál, og tí stendur Páll skrásettur fyri tvey mál hetta kappingarárið ístaðin fyri trý, sum hann helst eigur at vera skrásettur fyri.
Málið kann síggjast í samandráttinum hjá KVF HER (á 00.48)



