Vinnari av talvkappingini fyri børn í dag var Pól Thomsen. Hann vann á Róki Davidsen.
Umframt heiðursmerki fingu báðir eitt gávukort frá pizzeria “hjá Frank”.
Í morgin fer Ein av føroya sterkastu telvarum, landsliðstelvarin Høgni Egilstoft Nielsen at bjóða Norðoyastevnugestum av á talvborðinum í Vágstúni, har pláss er fyri 20 áhugaðum at luttaka. Byrjað verður kl. 17.30.











