Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

“Ber hann til Klaksvíkar”

Oliver Joensen

Rómurin fekk ongan enda á klaksvíkingum, sum vóru komnir til Kollafirðar til kappróðurin, tá manningin á 6-mannafarinu Páll Fanga megnaði annan sigurin á rað í ár: “Ber hann til Klaksvíkar” var fagnaðarrópið, tá Pall Fangi varð tikin upp á turt aftur. Klaksvíkingur megnaði ikki at taka Ormin Langa hesaferð, men bleiv nr. 2 eins og á Norðoyastevnu.

Niðanfyri myndir frá róðrinum í dag.

 

Páll Fangi orkar betri enn hinir bátarnir

Eins og í ódnartøkum, so vóru Gongurólvur og Rádni betri fyrstu metrarnar, men í longra teininum tykist Páll Fangi at vera munandi betri fyri enn hinir bátarnir.

At ódnartøk ella bara starturin gevur eina greiða ábending um ein vinnara er 6-mannafarsróðurin fyrstu tveir róðrarnar í ár ikki dømi um. Páll Fangi endaði á 2. og 3. plássi til ódnartøkini og í dag var hann eisini á 3. pláss, tá áleið teir 140 metrarnir, sum ódnartøk er, vóru rógvin. Men Norðoyingarnir á Páll Fanga tykjast vera sera væl fyri at rógva allan teinin og halda høga ferð allan vegin. Tá áleið hálvur teinur var rógvin, so var Páll Fangi á odda og seinna partin av róðrinum øktist munurin. Í endaspurtinum var Páll Fangi langt fremst og vann annan sigurin á rað við ungu manningini.

 

Gongurólvur endaði nummar 2 og Rádni nummar 3.